Mýrin


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2010
Prísur: 188.00
ISBN: 978-99918-71-39-4
Rithøvundi: Arnaldur Indriðason
Umsett: Carl Jóhan Jensen
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 280

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Eitt lík verður funnið í eini kjallaraíbúð í Norðmýrini. Líkið av einum eldri manni, einum helviti av einum ódjóri. Onkur hevur skilliga beint fyri honum. Erlendur yvirløgreglumaður hjá rann­sóknarløgregluni í Reykjavík og samstarvsfelagar hansara fáa málið í hendur. Skjótt kemur undan kavi at hin myrdi hevur lagt eina slóð av neyðtøkum og yvirgangi eftir seg um alt Ísland. Men offrini hjá honum eru kortini fleiri enn bert tær neyðtiknu kvinn­urnar. Avkomið undan beistinum og eftirkomarar teirra fáa eina syndarliga lagnu.

Mýrin er ein sjáldsama væl spunnin krimisøga, fjøltáttað og spenn­andi, skrivað við sálarfrøðiligum gløggskygni og neyvum ansi fyri samfelagsviðurskiftum.