Heyst meldurbók


Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags
Útgávuár: 2010
Prísur: 140.00
ISBN: 978-99918-1-743-9
Rithøvundi: Rotraut Susanne Berners
Umsett: Marna Jacobsen
Evni: Smábarna- myndabøkur
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 14


Um bókina
Nú er heystið komið, tann fyrsti kavin hevur longu verið, og enn sæst eitt sindur til hann í fjøllunum

Heystmeldurbókin er fjóðra í eini røð um árstíðirnar.

Tað er týski myndprýðarin Rotraut Susanne Berner, sum hevur gjørt bókina.

Hetta er stór bók úr tjúkkum pappi við 12 blaðsíðum. Aftast kann lesast eitt sindur um tað, sum fer fram í Meldurbýi um heystið, men annars er tað upp til foreldur og børn at gera søgurnar sjálvi.

Her eru hópin av smálutum at leggja til merkis á hvørjari síðu. Og tað hevur víst seg, at Meldurbøkurnar hava verið væl dámdar, júst tí at børnum dámar so væl sjálvi at sleppa at leita og finna fram ymiskt, sum hendir í søgunum.



Bókadeildin hevur givið fleiri bøkur út, sum fara fram um heystið, m.a. ber til at lesa um onkrar teirra her.