Vit minnast tey


Forlag: Dimmalætting
Útgávuár: 2010
Prísur: 75.00
ISBN: 978-99918-835-2-6
Rithøvundi: Pól á Kletti
Evni: Fólkalívsfrøði
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 202


Um bókina
Í Dimmalætting hava mong minningarorðini staðið síðan blaðið kom út á fyrsta sinni fyri 133 árum síðan. og tað er einki at taka seg aftur í, at hetta er tað staðið, fólk flest her á landi hava leitað sær til við sínum seinastu heilsanum til ein góðan vin, starvsfelaga ella næsting. Hetta hava stundum verið væl skrivaðar minnisgreinir, har tú hevur fingið at vita lívssøguna hjá tí farna úr vøggu í grøv. Og er tann skrivandi ættarkønur og nevnir slektina, so er talan um gott ískoyti hjá teimum, sum granska á hesum øki.