Málsligar rannsóknir greinir og hugleiðingar


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2010
Prísur: 198.00
ISBN: 978-99918-71-33-2
Rithøvundi: Jeffrei Henriksen
Evni: Ymisk rit
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 511

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Føroyskt hevur tvær tær seinastu øldirnar ment seg frá at vera gerandisligt talumál í stórum vanda fyri at doyggja út til nú at kunna verða nýtt til munnligt og skrivligt samskifti á øllum økjum.

Jeffrei lýsir, hvussu gingið hevur, og hvussu støðan hevur verið. Hann greinar, hvørjir tættir framdu tilgongdina, og hvørjir, ið darvað hava bæði málpolitiskt og í sjálvum málbygnaðinum.

Eldhugaði granskarin hevur halgað stóran part av lívinum til at loysa hesar knútar og harumframt at læra lærarar og næmingar føroyskt.

Í hesari bókini savnar Jeffrei allar sínar rannsóknir og málsligu hugleiðingar og nemur við
málmenning
málrøkt
orðasmíð
tøkuorð
málbrigdi
orðalag
orðfeingi
rættskriving
upprunafrøði
móðurmálsundirvísing
o.m.m.a.

Ein ógvuliga áhugaverd bók hjá teimum, ið hava almennan áhuga fyri føroyskum málspurningum, og hjá teimum, ið lesa á Føroya lærara skúla og á Føroyamálsdeildini.