Av fjalli at fjørustrond 1 & 2


Forlag: Egið
Útgávuár: 2010
Prísur: 395.00
ISBN: 978-99918-3-316-3
Rithøvundi: Heini F. Petersen
Evni: Bygda- og lokalsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 612

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Fyrr vóru staðarnøvnini partur av gerandisdegnum hjá føroyingum. Vandi er fyri, at staðarnøvnini og søgurnar handan staðarnøvnini fara í gloymskuna. Tey eru mentanararvur, sum vit hava fingið frá forfedrunum, og hann eiga vit at goyma.

Tá ið menn vóru á fjalli, røktaðu seyð, vóru til bjarga, og eisini, tá ið fólk vóru í torvi, til neyta, í hoyggi, á seiðabergi, og tá ið gingið varð bygdanna millum, var siðvenja at brúka staðarnøvnini í bø og haga og at siga frá teimum. Men í dag verður hetta ikki brúkt nakað longur.

Tí hava teir báðir Heini F. Petersen, fyrrverandi lærari, og Jóannes Heinesen, fyrrverandi bóndi – báðir úr Sandavági, sett sær fyri at savna staðarnøvn í Sandavágs Sókn og søgurnar aftanfyri, og geva hetta út í bók, so henda vitan verður varðveitt fyri eftirtíðina.

Fyrra bindið
Í fyrra bindinum eru øll staðarnøvnini í bø og haga, fram við strondini og í bygdunum í allari sóknini merkt á kort og myndir. Sagt er frá staðarnøvnunum og søgnum og søgum, sum knýta seg til teirra. Øllum bólum, seyðastøðum og rættum í øllum hagapørtunum er greitt frá. Somuleiðis er greitt frá gongum, fylgjum og áseyðatali í hvørjum hagaparti sær. Eisini fæst at vita um summar- og vetrarhagan hjá seyðafylgjunum. Gamli markatalsbøurin og elstu traðirnar eru teknað á kort.

Seinna bindið
Í seinna bindinum er sagt frá bygdunum í sóknini (Sandavági og Slættanesi), rúnarsteininum, sum varð funnin í Eingjartoftum, teimum trimum útgrevstrunum: í Eingjartoftum, Inni í Toftini og á Fjósteigi. Eisini verða býlingarnir, kirkjurnar í bygdini, bygdasamfelagið, fiskiskapurin og handilsviðurskiftini lýst í stuttum.

Greitt er frá húsum og fólkum í Sandavági, á Slættanesi og á Giljanesi um aldarskiftið 1900 og fram til 1930. Fyri at greina ættirnar, eru fólk nevnd so langt aftur í tíðina, sum til ber at fáa upplýsingar. Sagt er frá hvørjum húsi sær. Til dømis verður sagt frá, hvørjum húsi fólk vóru úr, hvørji foreldrini vóru, og hvør var giftur við hvørjum.

Sagt verður somuleiðis um børnini, og hvørjum tey eru, ella vóru gift við. Eisini er greitt frá lívsstarvi húsbóndans og tí, hann hevur verið uppií, og um húsmøðurnar, sum arbeiddu heima við hús. Tær gjørdu flestu klædnapløggini til øll í húsinum. Eisini vóru tær við í útiarbeiðinum t.d. í váringini, í torvi, í hoyggi, og fleiri gingu í fisk. Hjá teimum, sum eru sett í búgv millum o.u. 1930 og til 1950, eru bara børnini nevnd.