Orð at enda


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2014
Prísur: 169.00
ISBN: 978-99972-1-021-0
Rithøvundi: Sven Delblanc
Umsett: Jákup í Skemmuni
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 94

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Á heysti 1990 varð eg fongdur við krabbameini, fekk viðgerð og kom so frægt fyri meg aftur, tá ið veturin 1991 var komin á hall, at eg fekk skrivað eina lítla dagbók um tíðina við sjúkuni.

Heimangerðin var bara at skriva fyri meg sjálvan, men ein rithøvundur tykist borin til altíð at skriva fyri onnur. Í tekstinum stendur lítið upplýsandi um heilivág. Mínum egna, almenningsins og enntá serfrøðinganna kunnleika um tey túsundtals sløg av hesari „sjúku“ hevði eg kortini ikki verið førur fyri ella fingið stundir at gjørt grein á.

Hetta er bara ein frásøgn um kenslurnar og hugmyndirnar hjá einum menniskja á fyrsta stigi sjúkunnar. Tað hevði glett meg, um bókin hevði kunnað verið at gagni.

FYRR : 169,00