Teir reystastu dreingir í norðum 1


Forlag: FSF
Útgávuár: 2010
Prísur: 249.00
ISBN: 9789991883908
Rithøvundi: Suni Merkistein
Evni: Fólkalívsfrøði
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 371


Um bókina
Her verður greitt frá øllum megintilburðum innan føroyskan fótbólt frá upphavi fram til 1960. Søgan tekur við á leið 1890, tá fyrsta fótbóltsfelag í landinum er í umbúna.

Sagt verður frá øllum royndunum at fáa í lag skipaðar kappingar millum føroysk feløg tíðliga í farnu øld. Ljós verður varpað á fyrstu steypakappingarnar og royndirnar við einum fótbóltssambandi longu í 1913 og aftur í 1930.

Vit lesa um føroysku feløgini, ið stovnað verða hesi árini, hvussu føroyingar fingu samband við útheimin, hvussu samvinnan við Ísland og Hetland tók seg upp longu í 20-árunum, og vit frætta um forvitnisligar vitjanir í Føroyum tey árini.

Eftir at ÍSF varð stovnað í 1939, kemur rættilig gongd á. Í 1942 verður farið undir regluligu landskappingina, og í 1955 byrjar árliga landssteypakappingin. Hesi árini er fast landsdystarsamstarv við Hetland komið í lag, og roynt verður støðugt at víðka avbjóðingarnar.