Deyðans stuðul


Forlag: Stiðin
Útgávuár: 2010
Prísur: 200.00
ISBN: 9789991842660
Rithøvundi: Dambisa Moyo
Umsett: Zacharias Wang
Evni: Søga og samfelag
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 245

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Ofta hevur verið tikið upp eftir hinum romverska søgumanninum, Plinius (23 – 79) ”Ex Africa semper aliquid novi” – altíð kemur okkurt nýtt frá Afriku. Hann mundi hugsa um, at karavanurnar altíð høvdu okkurt forvitnisligt heim við sær frá hesum stóra ókenda meginlandinum. Men nú í langa tíð hava vit bert frætt um neyð og elendigheit, um hungur og hall, morð og neyðtøkur.

Tíbetur ger Zakarias Wang annað enn at kjakast við sambandsmenn, sum eru farnir í baklás, hann hevur aftur gjørt okkum bilsnar við einari bók, sum rættiliga ger hol í sjógvin. Her er ikki bara nýtt frá Afriku, og tað sum er nýtt fyri afrikufólk, men sanniliga eisini nakað til øll, ikki minst allar føroyingar, at hugsa um.