Úr lágari lon


Forlag: Stiðin
Útgávuár: 2010
Prísur: 150.00
ISBN: 9789991842639
Rithøvundi: Oluf Skaalum
Evni: Ævisøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 75

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Hvalbingurin Oluf Skaalum var lærari í realskúlanum í Havn fyri hundrað árum síðani. Harumframt var hann lærari í læraraskúlanum, og í trettan ár, frá 1905 til 1918, var hann blaðstjóri á Dimmalætting.

Tá hann í 1940 varð tilnevndur riddari av dannebrog, fekk hann álagt at skriva eina stutta ævisøgu. Flestu av teimum, sum fáa hesi boðini, halda tað vera nóg mikið við einari síðu, men stutta ævisøgan hjá Olufi gjørdist 45 maskinskrivaði folioørk.

Tað mest áhugaverda í hesi frásøgn er tað hann minnist um síni barnaár í Hvalba. Hann livdi frá 1881 til 1948, so her fæst at vita, hvussu tað var hjá børnum at vaksa upp í hesi mentabygd fyri stórthundrað árum síðani, og er hetta forvitnisligur lestnaður, tí lítið hevur verið á prenti um hvussu lívið var í Hvalba um hetta mundið, men her fáa vit so óvæntað ein glotta í hesa huldu søgu.