Søgan um jødarnar


Forlag: Forlagið Smith
Útgávuár: 2010
Prísur: 298.00
ISBN: 9789991882901
Rithøvundi: Sonne Smith
Evni: Søga og samfelag
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 172

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Um tað seinasta mundið – í 1996/97 – tá ið Hans Holm, lektari, og eg gjørdu tær mongu sendingarnar fyri Útvarp Føroya um øll heimsins lond og fólk, komu vit ásamt um at fremja eitt fleiri ára gamalt hugskot í verki: Søguna um jødarnar.

Hans Holm hevði nevnt hetta rættiliga ofta, og eg gjørdi so av eftir eina víðfevnda eftirmeting at fara undir røðina, tí at eg staðfesti, at við teirri miklu og objektivu vitan, Hans Holm hevði um evnið, fór hetta at verða tað higartil einasta føroyska væl skjalfesta, søguliga tilfarið, vit fóru at eiga um ta ótrúligu søguna um jødarnar heilt frá teirri løtu, patriarkurin Ábraham fór úr Ur í Kaldea í núverandi Irak við sínum fólki og fæ, og til okkara dagar

Søgan um jødarnar varð endursend í 2009 í útvarpinum hjá Kringvarpi Føroya, og mong spurdu meg tá, um eg kanska ikki átti at roynt at givið tilfarið út í bók.
Frásøgnin er skrivað niður og kemur nú út í bók.

Teksturin er so nær við frásøguformin sum til ber, tó at eg havi gjørt eftir málsligum tilmæli og málsligari ráðgeving. Tær bíbilsku endurgevingarnar eru úr týðingini hjá Dahl. Bókin er styðjað við mongum myndum og viðkomandi myndateksti.

Søgan um jødarnar er ætlað sum undirvísingartilfar og skjalsannað, áhugavert, hugtakandi og spennandi søguligt tilfar, sum øll kunnu ogna sær.