Vegurin at ganga


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2013
Prísur: 149.00
ISBN: 978-99918-76-41-2
Rithøvundi: Herbjørg Wassmo
Umsett: Jákup í Skemmuni
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 166

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Samandráttur
Jarnfrystu vetrarmánaðirnar um árskiftið 1944-45 flýggjar eitt lítið norskt húski undan krígnum. Illa sperd og í dýrastu neyð fara tey til gongu tvørtur um norðurnorsku fjøllini móti trygdini handan svenska markið.


Tey náddu tvørtur um markið eftir ómenniskjaligt strev, men restina av lívinum vóru tey merkt av ferðini. Var tað stríðið vert?

Hetta er heimildarsøga. Hetta er veruliga farið fram.

Vegurin at ganga er søgan um tað, ið kríggj ger við vanlig menniskju. Í royndum er hon vorðin mýta um ókúgandi lívsseiggið í menniskjum.

Vegurin at ganga vísir, at kríggj er ikki bara søgan hjá hetjum: Hon vísir á einstaklingin, konurnar og børnini, sum eisini verða varpað inn í angistina og ræðuleikan, hóast nøvn teirra ikki verða rist á minnisvarðar.