Tá deyðin verður avdúkaður


Forlag: Egið
Útgávuár: 2010
Prísur: 200.00
ISBN: 9789991880518
Rithøvundi: Høgni Mohr
Evni: Søga og samfelag
Innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 95

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Nakrar mánaðir í 2007 arbeiddi Høgni Mohr sum dokumentaristur á landssjúkrahúsinum. Frá leiðsluni fekk Høgni fullkomiligt frælsi at eygleiða og skjalfesta upplivingarnar, hann hevði saman við starvsfólkum, sjúklingum og avvarðandi.
Burtur úr eygleiðingunum hjá Høgna Mohr er nú sprottin bók við átta frásigandi tekstum. Tekstirnir røkka heilt frá tí, at ein genta verður fødd, til at líkið av einum bráðdeyðum manni verður skorið upp.

»Tá deyðin verður avdúkaður« er 96 síður. Til allar greinirnar í bókini eru litmyndir, ið Jens Kristian Vang hevur tikið. Umbrotið, prentað og bundið inn hevur Føroyaprent. Øgiliga egið forlag gevur bókina út. Forlag og høvundur takka Sosialinum fyri at hava royndarprentað greinirnar á sumri í 2008.
»Tá deyðin verður avdúkaður« eita bæði bókin og frásøgnin um ein líkuppskurð, sum høvundurin eygleiðir. Um bókarheitið og tíðina á landssjúkrahúsinum sigur Høgni Mohr:

? Vónin er ein hjartatáttur í næstan øllum arbeiði á landssjúkrahúsinum. Deyðin skal steðgast, áðrenn hann røkkur fram at sjúkraseingini. Sjálvt tá ið fólk eru sálað, verður í vónarinnar anda roynt at avdúka deyðan. Soleiðis kunnu heilsustarvsfólk gerast klókari, og avvarðandi fáa vissu og vitan um eitt nú hóttandi ættarbregi. Fram um alt er hetta nemandi vónríkt. Eg fór fattur og fordómssinnaður inn á landssjúkrahúsið men kom út aftur lútandi og eyðmjúkur. Hetta er mætasta journalistiska uppgáva, mær er litin til.