Harðførar hæddir


Forlag: Egið
Útgávuár: 1984
Prísur: 220.00
Rithøvundi: Emily Brontë
Umsett: Heðin Brú
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 276


Um bókina
Høvuðsfrásøgnin í ”Harðførar hæddir” er tann spennandi og ”romantiska” kærleikssøgan um tann prúða og dimmholdaða Heathcliff og gentu hansara, Catherinu, sum bæði leita sær út á tær einsligu hæddirnar í Yorkshire, har tú eins og her heima kanst síggja himmalin høgan og bláan, kenna tað mjúka summarfleyrið og gleðast við alt, sum til er, men eisini í vetraródnini hoyra storm og dun, tá óunniligt verður bæði úti og inni, og alt livandi verður sum hamskift. Skaldsøgan lýsir kanska betur enn nøkur onnur, hvussu bundið menniskja er at tí máttmiklu náttúru, og hvussu samlív við hesa náttúru gevur tí eina kosmiska lívskenslu, sum mystikarin kennir og dugir at siga frá. Tí verður í huga Heathcliffs og Catherinu einki mark millum veruleika og dreym, lív og deyða, og tað er burturi í hesum markloysi menniskjað varnast tær dýrdarríku hæddirnar, men eisini sær niður í ræðuligar skuggadalar.
Emily Brontë hevur soleiðis givið okkum innlit í loyndarmestu sálarrørlurnar hjá menniskjanum. Tað er tí ikki heilt av leið, at brot úr ”Harðførar hæddir” hava verið sammett við okkurt av tí, sum russiska meginskaldið Dostojevskij hevur skrivað.

Rithøvundurin Emily Jane Brontë gav bókina ”Harðførar hæddir” út undir dulnevni í 1847. Hon fekk ikki tann heiður hon hevði uppiborið fyri bókina, tí at hon doyði eitt ár eftir hetta, bert 30 ára gomul.