Hervør og Høgni í skúla teksbók


Forlag: Føroya Skúlabókagrunnur
Útgávuár: 2001
Prísur: 120.00
ISBN: 99918-0-268-1
Rithøvundi: Hjørdis Heindriksdóttir
Evni: Skúlabøkur, føroyskt mál
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 104


Samandráttur
lesibók til 1. flokk. Hjørdis Heindriksdóttir, lærari, hevur skrivað og Olivur við Neyst, listamaður, hevur myndprýtt.

Hervør og Høgni í skúla er um tvíburasystkini, ið fara í 1. flokk. Familjan, skúlin, gerandisdagurin, høgtíðirnar, Føroyar og heimurin eru tey evni, sum eru viðgjørd í bókini. Miðað verður eftir, at so fjøltáttaðir lesiinnlæringarhættir sum gjørligt verða nýttir. Bókstavalesing, orðalesing, myndalesing og ljóðlesing eru ymsu hættirnir, sum lærararnir kunnu nýta. Innihaldið í tekstinum er gerandisligt og heimligt, og umráðandi er, at næmingarnar kenna seg aftur í tí teir lesa. Bókin er býtt sundur í bláar og reyðar síður. Ætlanin við hesum sundurbýti er, at møguleiki verður hjá læraranum at taka støði í tí einstaka næminginum í undirvísingini. Allir næmingar lesa tær bláu síðurnar, meðan tann ágrýtna næmingin eisini kann lesa tær reyðu síðurnar. Annars verða tær reyðu síðurnar lisnar upp fyri næminginum. Nógvu og litføgru myndirnar skapa lív í og fara óivað at birta upp undir gott prát um ymisk evni í flokkinum. Tilfarið hevur verið roynt í skúlunum kring landið og hevur fingið drúgva viðgerð av royndum lærarum.