Sælkvinden en sælsom fortælling


Forlag: Forlaget Trækfuglen
Útgávuár: 2010
Prísur: 199.00
ISBN: 978-87-993910-0-4
Rithøvundi: Enna Garðshorn Mikkelsen
Evni: Bøkur til ferðafólk
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 72

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
'Sælkvinden - en sælsom fortælling' er skrivað av Ennu Garðshorn Mikkelsen.
Enna Garðshorn Mikkelsen er frá fyrstantíð útbúgvin journalist fra journalistháskúlanum í Århus. Síðan hevur hon tikið eina bachelor grad í folkloristik við Universitetið í Keypmannahavn. Hereftir hevur Enna Garðshorn Mikkelsen tikið eina cand.mag. grad í etnologi.

Illustratiónirnar hevur Elsa Heinesen gjørt. Elsa Heinesen er útbúgvin við Danmarks Designskúla.

Bókin tekur støði í søgnini um kópakonuna, sum føroyingar kenna hana í Mikladalsversiónini. Vit minnast øll hvussu kópakonan varð tikin til konu, hvussu hon flýddi tá møguleiki var til tað. Eisin minnast vit hvussu søgnin endar. Enna Garðshorn Mikkelsen hevur skriva søgnina á nýggjum danskum málið. Tað Málið ger at søgnin kennist líka so dramatisk at lesa, sum hon í veruleikanum er.
Seinnipartur av bókini er grundaður á gransking í søgnum og temaðum, sum líkjast. Her hevur Enna Garðshorn Mikkelsen hugt eftir hvar líkandi forteljingar finnast. Við at lesa seinna partin av bókini letur ein nýggj vitanarverð seg upp. Bókini gevur eina nýggja rammu at skilja kópakonuna inn í. Her eru upplýsningar og vitan, sum gera at man skilir søgnina úr Mikladali á ein nýggjan hátt eftir lidnan lesna.Tað góða við eftirskriftinum í bókini er, at hann er lætt lisin sjálvt um tað snýr seg um gransking av søgnum kring stóran part av heiminum

Tá tað snýr seg um illustratióniranar er vert at leggja merki til navnið Elsa Heinesen. Hon er uppvaksin í Klaksvík, har hon øll árini hevur tekna og málað. Myndirnar í bókini Sælkvinden - en sælsom fortælling er hennar fyrsta stig inn á tann almenna pallin. Um myndirnar kan sigast, at tær eru bæði magiskar, ræðandi, hugtakandi og eteriskar. Elsa Heinesen er enn ein kunstnari, sum er uppvaksin í Klaksvík.