Grát mítt elskaða land

Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2013
Prísur: 188.00
ISBN: 978-99918-76-28-3
Rithøvundi: Alan Paton
Umsett: Finnbogi Ísakson
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 550

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Suðurafrikanski høvundurin Alan Paton (1903-1988) stovnaði Suðurafrikanska Frælsisflokkin og var formaður í honum frá 1953, til flokkurin var bannlýstur í 1968 við lóg um bann fyri politiskt uppíbland.

Flokkurin var í andstøðu til apartheid-politikkin og vísti á gongdar leiðir í suðurafrikanskum stjórnarpolitikki, sum ikki vóru grundaðar á rasistiskan hugburð.

Eftir kríggið gjørdi Alan Paton eina ferð til Evropa og Amerika at kanna fongsulsviðurskifti. Á hesari ferð skrivaði hann skaldsøguna Grát, mítt elskaða land- tær fyrstu síðurnar á einum hotellkamari í Tróndheimi og tær seinastu í San Fransisco. Bókin varð prentað í 1948.

Skaldsøgan lýsir felags skuld og vinalag, sum hevjar seg upp um allar fordómar um suðurafrikanaran.

Stephen Kumalo, ein aldrandi Zulu prestur, fer úr heimbygdini til Johannesburg og fær at vita, at einasti sonur hansara hevur myrt James Jarvis, ið er einasti sonur ein hvítan mann.

Sorgartilburðurin knýtir menninar saman, og teir fara undir arbeiðið at gera enda á skilaloysinum

FYRR : 188,00