Føroyskur politikkur 1846 1853


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2010
Prísur: 168.00
ISBN: 9789991871301
Rithøvundi: Jóannes Patursson
Evni: Søga og samfelag
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 147

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Henda bók kom út í 1903 við titlinum: ”Færøsk Politik. Nogle Uddrag og Betragtninger.’’

Høvundurin var 37 ára gamal, hevði tá verið føroyskur fólkatingsmaður í tvey ár og hevði gjørt álvara av at siga áskoðan sína um Føroya ríkisrættarligu støðu í danska kongaríkinum. Støðuna, sum danir, men ikki føroyingar, høvdu fyriskipað og sett í verk í 19du øld, tá ið Føroya Løgting ikki var til.

Høvundurin greiðir frá, hvussu Føroyar komu undir grundlógina og fingu umboð í Fólkatinginum og Landstinginum.

Sum leiðarorð hevði Jóannes uppi yvir formælinum sett orðini: Álit kveikir álit. Hann helt uppá, at skuldi politiskur frami fáast í lag, mátti sáttur og semja vera millum danir og føroyingar, sínámillum góðsemja og samstarv, og tað skuldi alt byggja á vitan sínámillum um hvønnannan.

Bókin er eitt fínt íkast til upplýsingar og til at fata ymist viðvíkjandi føroyskum politiskum viðurskiftum.