Fólkaatkvøðan 14 september 1946


Forlag: Stiðin
Útgávuár: 2010
Prísur: 500.00
ISBN: 9789991842608
Rithøvundi: Zacharias Wang
Evni: Søga og samfelag
Innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 830

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókin
Keldusavn um fólkaatkvøðuna í 1946.

Keldurnar eru fyrst og fremst skjøl sum eru fingin til vega frá danska forsætisráðnum. Nógvar av keldunum hjá forsætisráðnum vóru avrit av greinum
í bløðunum, og Zakarias hevur tí tikið avrit av greinum í føroyskum og donskum bløðum, sum forsætisráðið ikki hevur tikið við. Harumframt eru
nakrar fáar samrøður, sum Zakarias hevur gjørt, og sum koma afturat teimum , sum hann í fjør gav út í bókini Samskifti við stjórnmálamenn 1964.

Kirsten Harder, sum í sjútiárunum skrivaði serritgerð um tíðarskeiðið upp til heimastýris- lógina, hevði samrøður við allar teir donsku stjórnmálamenn, sum livdu í 1975 og sum vóru við í hesum leiki. Hesar samrøður eru ongantíð
komnar upp á prent, men hon helt tað vera eitt gott hugskot at taka tær við í hesi bók. Síðsta skjalið í bókini er eitt bræv frá Thorkil Kristensen til Kirstina.

Bókin hevur leitorðalista, so tað ber til at finna fram til nøvn sum standa í henni, og tað er tiltrongt, tí í bókine eru 830 síður. Skjølini eru í tíðarrøð. Lagt verður fyri við hendingunum í 1930, tá Føroya løgting samtykti at hava fólkaatkvøðu, men danska stjórnin sýtti fyri hesum. Síðani tekur Hilbert amtmaður málið uppaftur, og 10. mai 1946 samtykkir løgtingið
enn eina ferð at hava fólkaatkvøðu. So verður mikil orðadráttur um hvat rætt var at gera, og hann helt fram eisini eftir at fólkið samtykti loysingina tann 14. september. Hvussu tað kom fyri sæst heilt skilliga av teimum skjølum, sum her eru løgd fram á fyrsta sinni.

Nú ber so til hjá einum og hvørjum at skriva um hesar hendingar út frá tí, sum veruliga fór fram. Alt orðaskifitið um hetta mál hevur higartil verið
darvað av vantandi kunnleika til søguligu keldurnar, men nú er bót á borði.