Høggararnir


Forlag: Nýlendi
Útgávuár: 2010
Prísur: 200.00
ISBN: 9789991840451
Rithøvundi: Roy Jacobsen
Umsett: Jákup í Skemmuni
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 176


Um bókina
Lítli býurin Suomussalmi tætt við russiska markið varð brendur niður longu 7. desember, tá ið teir fýra túsund íbúgvarnir vóru fluttir burtur, øll uttan eg. Eg var føddur her, hevði búð her alt mítt lív og kundi ikki hugsað mær at verið nakrar aðrar staðir – so tá ið eitt fremmant skepilsi dáttliga stóð framman fyri mær í hvítum eyðkennisbúna og las upp av einum arki, at eg skuldi burtur, setti eg hælirnar í kavan og læt meg ikki vika av fetanum, soleiðis man tað vera um allan heim, tað er altíð e i n, í minsta lagi e i n, ið ikki ger sum hini, honum nýtist ikki so mikið sum at vita hví, og her í Suomussalmi var tað eg ...

Í fyrstuni hava russarnir einki eiri í honum, men sum frá líður taka teir hann við upp í høggaratoymið. Russisku viðhøggararnir eru allir noyddir við í kríggið, teir eru ikki vápnaførir menn, illa útgjørdir og illa útbornir bæði kropsliga og sálarliga til hetta arbeiðið. Tann vitan, sum Timmo hevur um viðhøgging og um at lívbjarga sær í hørðum kulda undir ringastu umstøðum, ger hann til eitt slag av fyristøðumanni í toyminum, ein, sum gevur illa støddu russunum áræði og vón. Tá ið finsku herliðini koma aftur, tá ið tey hava rikið fíggindan burtur, verða spurningar settir við atburðin, sum Timmo hevur víst mótvegis hersetingarvaldinum, men gomlu fordómarnir um, at hann er lítið at sær til vit, bjarga honum undan krígsrætti, og hann fellur aftur í tann lítillátaða leiklut, sum hann hevði í býnum framman undan krígnum