Í morgin fara vit at sita í sólini


Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags & Føroya Skúlabókagrunnur
Útgávuár: 2010
Prísur: 90.00
ISBN: 9789991817538
Rithøvundi: Brynjulf Jung Tjønn
Umsett: Hildigunn Niclasen
Evni: Ungdómsbøkur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 89

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Í morgin fara vit at sita í sólini er nemandi bók um 11 ára gamla dreingin Ólav.

Søgan er um hann og familju hansara, viðurskifti hansara við pápan og abban, men fyrst og fremst viðurskifti hansara við mammuna. Ein mamma, sum ikki er sum aðrar vanligar mammur, ein mamma, sum ikki orkar sonin heilt, ein mamma, sum slær, og ein mamma, sum fyllir sonin við ótta, skomm og sakni. Hetta er ein poetisk, sterk og øðrvísi bók til størri børn.

Hóast bókin er løtt at lesa, er hon evnisliga ein avbjóðing til lesaran.



"Mamma er komin heim. Hon hevur verið leingi burtur. Tað hevur verið so friðarligt, meðan hon hevur verið burtur. Til fyri nøkrum døgum síðan. Eg sá tað fyrst á babba. Summarfrítíðin var ikki stuttlig longur. Mamma skuldi koma heim. Ikki sum seinastu ferðirnar, hon hevur verið heima, men kanska ein heilan mánað, kanska longur."



Bókin er gráur krabbi- 7. torleikstig