Sjófrágreiðing eftir Ernestina frórst í 1930


Forlag: Norðoya Fornminnasavn
Útgávuár: 2010
Prísur: 50.00
ISBN: 978-99918-3-303-3
Rithøvundi: Ymsir
Evni: Søga og samfelag
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 29

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
um bókina
Sjófrágreiðingin eftir at skonnartin Ernestina fórst í 1930.

Beint fyri páskahátíðina kom út heftið við sjófrágreiðingini, sum var á sýsluskrivstovuni í Klaksvík eftir tað, at Ernestina var farin á land á Suðurvesturlandinum í Íslandi 26. mars 1930.

Tað er Norðoya Fornminnasavn í samstarvi við Føroya Landsskjalasavni, sum hevur givið sjófrágreiðingina út, nú 80 ár eru liðin, síðani vanlukkan hendi.

Í heftinum, ið er um 30 síður til støddar, er sjálv frágreiðingin, kort ið vísir hvar Ernestina fór á land og tvey brøv, ið viðgera sjófrágreiðingina.

Við hesum vil savnið almannagera hetta týðandi skjalatilfar, ið upprinaliga er skrivað inn við hond, og ikki so lætt hjá einum og hvørjum at lesa.

Sjófrágreiðingin varð hildin á sýsluskrivstovuni í Klaksvík 10 dagar aftaná vanlukkuna, og vóru flestu teirra, ið komu frá vanlukkuni á lívi, har og góvu sína frágreiðing frá vanlukkuni.