Færøske folkesagn og æventyr


Forlag: H. N. Jacobens Bókahandil
Útgávuár: 2010
Prísur: 284.00
ISBN: 978-99918-66-19-2
Rithøvundi: Jakob Jakobsen
Evni: Bøkur til ferðafólk
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 589


Um bókina
Færøske Folkesagn og Æventyr er ein hornasteinur í føroyskum bókmentum. Bókin kom út fyrstu
ferð í 1898-1901 og hevur verið kallað Sagnir og ævintýr millum fólk.
Jakob Jakobsen ferðaðist um landið í 1892-93 og 1898 og skrivaði upp sagnir og ævintýr, sum tá
enn livdu á manna munni. V. U. Hammershaimb hevði latið nakrar sagnir prentað frammanundan,
men føroysk ævintýr høvdu ikki áður verið savnað og givin út.
Hóast meira enn 100 ára gamlir hevur Jakob Jakobsen megnað at geva hesum tekstunum slíkan
frískleika og orðamátt, ið nærum eingin føroyskur rithøvundur hevur kunnað gjørt honum eftir.
Hann hevur havt hegni til at varðveita tann munnliga dámin, tá hann hevur flutt frásagnirnar yvir í
skrivað mál. Hetta er satt frásøguhegni og ekta frásøgugleði hjá fólki úr øllum landinum.
Færøske Folkesagn og Æventyr er endurprent av upprunaútgávuni við tí stavseting, Jakob Jacobsen gjørdi. Bókin er ein vísindalig útgáva við frágreiðing um uppskrivingina og viðmerkingum um sagnirnar og ævintýrini. Í hesi útgávuni er ein altjóða ævintýrskrá skoytt uppí, sum ger tað lætt at samanbera føroysku ævintýrini við ævintýr úr øllum heiminum.
Men fyrst av øllum er hon eitt framúrskarandi savn av góðum søgum og ævintýrum.