Havnar søga V


Forlag: Tórshavnar Kommuna
Útgávuár: 2009
Prísur: 275.00
ISBN: 978-99918-62-05-7
Rithøvundi: Jens Pauli A. Nolsøe
Evni: Bygda- og lokalsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 371

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
um bókina
Søgufrøðingarnir Jens Pauli A. Nolsøe og Kári Jespersen
hava síðani summarið 2001 arbeitt burturav við
Havnar søgu, sum telur 5 bøkur íalt. Tá bókarøðin er
liðug, fer hon at telja 6 bøkur og føra okkum heilt
fram til okkara dagar.

Hesar tríggjar bøkurnar í røðini um Havnar søgu,
ið nú verða lagdar fyri almenningin, flyta okkum í
høvuðsheitum fram til 1909, tá Havnin gjørdist
fólkavald kommuna og fór at virka eftir nútíðar
grundsjónarmiðum um valrætt og valbæri.
Hetta fyristingarliga nýbrot er støðið undir
hátíðarhaldinum í Tórshavnar kommunu í ár.

Tíðindaskriv 11. desember 2009 - 17:29



Havnar Søga
Føroyaprent hevur umbrotið, viðgjørt myndir,
prentað og innbundið bøkurnar "Havnar søga
fram til 1909"


Søgufrøðingarnir Jens Pauli A. Nolsøe og Kári Jespersen
hava síðani summarið 2001 arbeitt burturav við
Havnar søgu, sum telur 5 bøkur íalt. Tá bókarøðin er
liðug, fer hon at telja 6 bøkur og føra okkum heilt
fram til okkara dagar.

Hesar tríggjar bøkurnar í røðini um Havnar søgu,
ið nú verða lagdar fyri almenningin, flyta okkum í
høvuðsheitum fram til 1909, tá Havnin gjørdist
fólkavald kommuna og fór at virka eftir nútíðar
grundsjónarmiðum um valrætt og valbæri.
Hetta fyristingarliga nýbrot er støðið undir
hátíðarhaldinum í Tórshavnar kommunu í ár.







Grind í Havn
Triðja bók í røðini um Havnar søgu byrjar við frásøgnum,
serligum tilburðum og samtíðarlýsingum av Havnini. Síðan
verður grind í Havn viðgjørd fram til dagin í dag. Kongligi
handilin frá 1816 og til fríhandil, har gongdin frá halli til
avlops verður lýst.







Traðirnar í Havn
Fjórða bók í røðini um Havnar søgu byrjar við frásøgnum,
serligum tilburðum og samtíðarlýsingum av Havnini.
Bókin lýsir annars Skansaverkið 1812-1865, Havnar skúla
1812-1912 og Havnar traðasøgu fram til 1909 við
nágreiniligum yvirliti yvir traðir í Húsahaga og
Flatnahaga/Álakershaga.

Handil og vinnulív
Fimta bók í røðini um Havnar søgu er um handil og fiskivinnu,
Fabrikkina hjá Østrøm í Rættará og demografisku menningina
1816-1909 og kommunal viðurskifti sama tíðarskeið.
Eisini eru yvirlit yvir kommunustýrislimir 1866-1909 og limir
í ymsum øðrum almennum nevndum