Busta tenn, Bersi


Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags
Útgávuár: 2000
Prísur: 90.00
ISBN: 99918-1-206-7
Rithøvundi: Svetlana Tiourina
Umsett: Eyðna Magnussen
Evni: Smábarna- myndabøkur
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 28


Samandráttur
Í mong ár hevur bókin um Karius og Baktus verið einasta barnabók, sum eggjar børnum at busta tenn. Nú kemur so ein afturat, einfaldari, ætlað smærri børnum:
Størsta og hægsta ynskið hjá lítlu bjørnini Bersa er, at hann skal gerast tannleysur. Hann tímir ikki at busta tenninar, og hevur tú ongar tenn, so sleppir tú eisini undan at busta tær, hugsar Bersi.
Sera óvæntað gongur ynskið út, og fyrst er Bersi ovurfegin og skundar sær av stað at vísa øllum. Men vinirnir halda ikki, at tað er snilt ongar tenn at hava, og so líðandi noyðist Bersi eisini at ásanna, at teir hava rætt.