Buzz Aldrin hvar bleivst tú av í ruðuleikanum


Forlag: Eksil
Útgávuár: 2009
Prísur: 198.00
ISBN: 978-99918-807-1-6
Rithøvundi: Johan Harstad
Umsett: Agnar Artúvertin
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 354

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
um bókina
Bókin handan sjónvarpsrøðina »Buzz Aldrin« er nú komin í føroyskari týðing

Á føroyskum hevur skaldsøgan fingið heitið ”Buzz Aldrin, hvar bleivst tú av í ruðuleikanum?” Sama bók er eisini grundarlag undir norsku sjónvarpsrøðini »Buzz Aldrin, hvor ble det av deg i alt mylderet«?, sum hevur verið tikin upp í Føroyum í summar.

Tað er norski høvundurin Johan Harstad, ið hevur skrivað søguna um unga gartnaran Mattias, sum er sera hugtikin av astronautinum Buzz Aldrin, sum var annar maður uppi á mánanum. Eins og Buzz Aldrin vil Mattias vera nummar tvey - hann vil vera ókendur.

Mattias er 30 ár og árið er 1999, tá ein vinur hansara bjóðar honum til Føroya at hjálpa orkestrinum á eini konsertferð.

Í bókini eru hópin av frálíkum lýsingum av føroyska landslagnum og bygdarlívi, har Mattias millum annað verðu góður vinmaður við ein smádrong úr Gjógv.

Men hetta verður eisni eitt tíðarskeið, tá alt av álvara skramblar saman fyri Mattias. Ferðin til Føroya gerst ein langur roadmovie um hansara knústa hjarta og sinn, ein søga um at missa seg sjálvan burtur í ruðuleikanum, um rúmdina og Buzz Aldrin, Gjógv og Café Natúr, um svenskan popptónleik úr nítiárunum og um Føroyar meinlíkt einum mánalandslagi.

Men eisini um at minnast alt tað, sum er hent seinastu árini, tí hvussu finna vit nakra meining við tilveruni, tá alt rapar?

Bókin er nú týdd til fleiri enn 10 mál og tað er Agnar Artúvertin, sum hevur týtt til føroyskt. Forlagið Eksil gevur út.