Frá kropsvenjing til fjøltáttaðan fimleik


Forlag: Havnar Fimleikafelag
Útgávuár: 2009
Prísur: 298.00
ISBN: 978-99918-3-296-8
Rithøvundi: Sámal T F Johansen
Evni: Fólkalívsfrøði
Innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 288

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
um bókina
Frá kropsvenjing til fjøltáttaðan fimleik

Havnar Fimleikafelag 100 ár

Á 100 ára haldinum hjá Havnar Fimleikafelag í Ítróttarhøllini á Hálsi ummælti Jógvan Arge eftir áheitan frá felagnum hátíðarritið ”Frá kropsvenjing til fjøltáttaðan fimleik”.

Tað er ikki á hvørjum degi, at eitt ítróttafelag í Havn fyllir 100 ár, so eg loyvi mær at byrja við at ynskja Havnar Fimleikafelag og øllum tykkum, sum hava staðið saman um felagið, til lukku við hesum stóra degi.

Tað er heldur ikki á hvørjum degi, at eitt ítróttafelag gevur út alla sína 100 ára søgu á sjálvum 100 ára degnum, men tað sigur nógv um felagið, at tað aftrat øllum teimum átøkum, sum hava verið í seinastuni, eisini megnar at greiða frá allari sínari søgu á høgum stigi sjálvan 100 ára dagin. Til lukku við tí eisini.

Tað er ikki hvønns mans føri at lata eina 100 ára søgu úr hondum, tí 100 ár long tíð og nógv er at siga frá. Tíðirnar hava verið skiftandi. Stundum hevur nógv ferð verið á í felagnum, og stundum hevur virksemið verið í aldudølum. Men ongantíð er slitnað sundur øll hesi árini.

Tað er ikki meir enn rímiligt, at Sámal Tróndur, sum er abbasonur og uppkallaður eftir einum av teimum fyrstu fimleikarunum í Havn, hevur skrivað hesa søguna. Tað hevur neyvan gjørt tað verri, at mamma hansara Elinborg var ein av stuðlunum í Havnar Fimleikafelag í mong Harrans ár.

Og so er Sámal Tróndur bæði søgufrøðingur og landsskjalavørður. Tað eigur ikki at sláa falskar mentir í hesum høpinum.

Bókina rópar hann ”Frá kropsvenjing til fjøltáttaðan fimleik”, og tað er í fáum orðum tann týdningarmesti strongurin í søguni hjá Havnar Fimleikafelag. Hetta heiti sigur okkum, at her hevur verið menning innan fimleik sum heild hesi 100 árini – eisini í Havn.

Eg havi sjálvur skrivað eina aðra ítróttasøgu í Havn frá fyrra partinum av farnu øld. Tað var bókin Havnarmenn í Gundadali, um HB frá 1904 til 1954. Satt at siga, hættaði eg mær ikki at taka øll 100 árini í einum, so hesi fyrstu 50 árini komu út á 90 ára degnum og síðani avgreiddu aðrir tey seinnu 50 árini til 100 ára dagin.

Eg hevði eina journalistiska tilgongd til evnið, men brúkti eins og Sámal Tróndur gerðabøkurnar sum høvuðskeldu. Tær komu sera væl við. Skilji á hesi bókini, at høvundurnir hevur havt somu uppliving, at hann neyvan var komin so væl frá bókini, hevði Havnar Fimleikafelag ikki havt so gott skil á sínum gerðabókum. Tær eru gull verdar.

Sámal Tróndur hevur kanska eina meiri akademiska tilgongd til tilfarið. Hann hevjar seg stundum eitt sindur upp um tær dagligu hendingarnar og ger heldur burtur úr teimum størru og longru linjunum í søgugongdini hjá bæði bæði felagnum og fimleiki sum heild – men kortini leggur hann ikki tær týdningarmiklu detaljurnar í felagsins gerandisdegi burturúr. Tær eru jú klípini, sum binda søguna saman og lýsa samleikan hjá felagnum.

Tað er hvørt sítt at skriva fótbóltssøgu og at skriva fimleikasøgu. Fimleikurin hevur ikki verið kappingaritrótt á sama hátt sum fótbóltur, og tí koma ikki so nógv nøvn fyri í hesi bók sum tað koma í eini fótbóltsbók, har teir, sum skora mál og gera straffi ofta verða nevndir.

Men fimleikur hevur eisini verið og er framvegis fyri ein part kappingarítrótt, og úrslitini av øllum teimum einstaklinga og liðkappingum, sum hava verið í felagnum, eru at finna í bókini. Tað er ótrúliga gott tilfar at leita til.

Eg endurupplivi nú tað, sum eg fyrr havi fingið fortalt, at fastur mín Hanna undir krígnum vann 2. prógv í innanfelagskapping hjá kvinnum, og nú síggi eg svart upp á hvítt aftur, at Poul Ellingsgaard, Sofus við Stein og Livve Dam vóru teir kappar í fimleiki, sum eg hevði varhugan av.

Sofus við Stein vann felagskappingina tvær ferðir kring 1930. Hesin maður flutti til Danmarkar, har hann var málarameistari í Maribo. Systir hansara búði í Keypmannahavn, og var mamma tann kenda danska súkklaran Kurt við Stein, sum vann bæði olympiskt gull og heimsmeistaraskap. Ein sonur hendan Sofus var eisini frammarlaga í danskari súkling fyri 50 árum síðani.

So her eru óivað komnar nakrar knotur við úr Havnar Fimleikafelag.

Frá fimti- og sekstiárunum síggja vit allar teir kapparnar, sum stríddust um at vera besti fimleikari í Havn. Frá Lulu Djurhuus til Christian hjá Debes, um Olaf hjá Apotekaranum, Dánjal Húsgarð og Bjarna Johansen til til Jóhann Kjeld og Kaj Aage Troest og fleiri. Hesir báðir seinastu fóru út um eingjargarðarnar og løgdu lunnar undir Støkk á Glyvrum.

Vit havnardreingir, sum sóu upp til hesar báðar fjøltáttaðu ítróttamenninar, harmaðust hesa gongd, men søgan hjá Sámal Tróndi sigur okkum, at hetta var eitt heppið bragd, tí Støkk gjørdist á mangan hátt eitt gott samarbeiðsfelag og ein sterkur kappingarneyti hjá Havnar Fimleikafelag – og tað hevur ment bæði felagið.

Tað kom eisini tann tíð, tá ikki allir fimleikarar í Havn hildu seg fáa sín tørv uppfyltan í tí gamla felagnum. Tað førdi til stovnanina av Fimleikagnum Ljósinum, ið serliga kvinnur leitaðu til. Hendan gongd verður í søguni lýst sum ein avbjóðing, ið skundaði undir Havnar Fimleikafelag at liggja betri á takinum.

Menninir, sum fingust við amboðsfimleik, vóru ikki bert kimiligir. Teir vóru eisini sterkir. Tað gav at býta einaferð, vit ferðaðust í hernaðarflogfari millum býir í Portugál. Eg sat undir liðini á gamla Føroyameistaranum Echardt Persson.

Hann var kanska nakað illa svøvntur, so hann skuldi remba sær og trýsti nevarnar upp undir takið. Reiggjurnar, sum vit sótu í, vóru bara festar í erva, og brádliga lá Echardt á dúrkinum. Hann hevði tikið so hart á, at sjálvt hesir militeru stropparnir slitnaðu úr festunum.

”Frá kropsvenjing til fjøltáttaðan fimleik” er ein áhugaverd bók og virðiligur varði yvir Havnar Fimleikafelag og tess virksemi. Hon lýsir eins og heitið sigur, at fimleikurin í dag er ikki so eintáttaður, sum hann var tey fyrstu mongu árini, men er so fjølbroyttur og up to date á summum økjum, at vit órædd kunna luttaka í altjóða kappingum.

Tá tú skalt ummæla, so plaga tey at siga, at tú skalt hava onkra kritiska viðmerking. Skal eg hava nakra longu nú á útgávudegnum, so er tað, at tað kundi kanska verið eitt sindur meir av kjøti og blóði í henni. Skilt á tann hátt, at tað hevði verið óført at fingið meir at vita um allar hesar persónarnar, sum hava staðið frammarlaga í felagnum og hava staðið seg væl. Men skuldi tað eisini verið gjørt, so hevði arbeiðið verið upp aftur størri og drúgvari.

Bókin stendur samanumtikið væl. Hon lýsir felagið og ítróttagreinina á fullgóðan hátt, og tað var setningurin hjá Sámal Tróndi.

Til lukku við 100 ára bókini – Sámal Tróndur og Havnar Fimleikafelag. Hon er verd at lesa og góð at eiga hjá øllum, sum eru góð við Føroya størsta ítróttafelag – Havnar Fimleikafelag.

Jógvan Arge.