August


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2013
Prísur: 50.00
ISBN: 978-99918-76-49-8
Rithøvundi: Knut Hamsun
Umsett: Hans Thomsen
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 439

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Samandráttur
Í 1926 fór 67 ára Knut Hamsun til sálargreining, tí hann var tungur í huga og fekk ikki arbeitt og virkað. Eftir viðgerðina fekk hann nýggja skapanarmegi. Hann fór undir tríggjar geisandi skaldsøgur um August – landastrokið, sum sjarmeraði seg til pening og vinir og sum fekk fólk at gera slíkt, tey ongantíð høvdu droymt um at gera.

FYRR: 188,00

Landastrokini er ein av allarbestu skaldsøgum Hamsuns. Eisini var hon ein av teimum longstu – stívar 400 bls. Forlagið Sprotin gevur bókina út í týðingini hjá Hans Thomsen, sum hann upprunaliga gjørdi til Útvarp Føroya.

August er annað bindið í tríverkinum um vallaran og ævintýraran August, droymaran og spekulantin, sum elur órógv og fjáltur, har hann er, men eisini lív og kæti. Í hesari bókini er hann á sínum veldistindum. Hann hevur gjørt lítlu bygdina Pollin um eftir sínum egna høvdi, hevur gjørt stórar ábøtur, hevur lært fólk bæði eitt og annað og sæð til, at tey hava fingið bæði telefon og ravmagn. Men hann sættst ikki við tað. Hann skal hava meira burturúr. Men so svíkur tann svikaliga eydnan.

Knut Hamsun brúkar lívið hjá hesum vallara til at gera upp við nýggju tíðina, ídnaðargerðina og peningavaldið. Og tað ger hann við geisandi frásøgugleði og skemti.