Kringla


Forlag: Egið
Útgávuár: 2009
Prísur: 150.00
ISBN: 978-99918-3-291-3
Rithøvundi: Valdemar á Løgmansbø
Evni: Yrkingasøvn
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 48

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
um bókina
Savnið inniheldur 31 yrkingar í ymsum stíli. Skift verður millum siðbundnar yrkingar, ið bera uppá rím og eisini óbundnar yrkingar. Temuni fevna víða, frá heimspekiligari undran til gerandisligar staðfestingar.

“Í einum multimegasplittsekundi avgjørdi eg,
at eg vil vera ein fittur snikkari ávegis til arbeiðis
og einki annað”
(úr yrkingini “Bara”)

Eitt hugskot, ið drívur verkið er, at seinasta orðið í hvørjari yrking, verður heitið á teirri, ið fylgir eftir. Hetta er eitt sera gott hugskot, sum riggar heilt væl. Í allarflestu førum. Onkrastaðni kennist tað eitt sindur bindandi fyri leistin (persónliga haldi eg, at ein av mínum yndisyrkingum “Upptøkuroynd” hevði endað betri við orðatakinum “livst so spyrst ella doyrst, so frættst”, men í Kringlu verður orðið “Bingo” lagt aftrat, soleiðis at næsta yrkingin eitur “Bingo”. Tað klæðir yrkingini betri, men ikki teirri undanfarnu).