Klaksvíkar søga 2


Forlag: Klaksvíkar Kommuna
Útgávuár: 2009
Prísur: 298.00
ISBN: 978-99918-71-20-2
Rithøvundi: Hans Andrias Sølvará
Evni: Bygda- og lokalsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 504

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
um bókina
Mikukvøldið klokkan 19.30 fer Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur, sum hevur skrivað fyrsta bindið av trimum um Klaksvíkar søgu, at handa borgarstjóranum í Klaksvík, Steinbjørn O. Jacobsen, fyrsta eintakið av bókini. Klaksvíkar kommuna verður í ár 100 ár, og tað er í hesum sambandi, at søgan hjá Klaksvík verður skrivað.
Fyrsta bindið, sum er 370 blaðsíður til støddar, lýsir og viðgerð upprunan hjá Klaksvík frá víkingatíð umleið ár 900-1000 og fram til 1856, tá kongaligi einahandilin varð avtikin. Søgan um Klaksvík er somuleiðis søgan um bygdina, sum varð um at doyggja út, men sum megnaði at koma sær undan vanlukkuni. Eitt nú benda keldur frá 1300-talinum á, at svarti deyði hevur herjað í Klaksvík.
Ætlanin er, at søgan um Klaksvík skal vera fullfíggjað í 2010, ta triðja og seinasta bindið í røðini eftir ætlan skal vera liðugt skrivað.
Í Dimmalætting, sum kemur á gøtuna seinni í dag, er longri grein um nýggja bókaverkið. Somuleiðis eru nógvar myndir úr bókini at síggja.