Grógvið og Grøtt Karsten Hoydal


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2009
Prísur: 188.00
ISBN: 978-99918-71-01-1
Rithøvundi: Karsten Hoydal
Evni: Yrkingasøvn
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 239

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
um bókina
Karsten hugsaði nógv um gróður, at fáa fram vøkstur og skapa líkindi bæði handaliga og í huganum. Hann hugsaði um at grøða, har sum farið var av lagi.
Hetta er minningarbók, og tí er hóskiligt at seta hesi bæði sagnorðini grógva og grøða í tálidna tíð. Samstundis verður stavrím í heitinum, og tað dámdi tí ættarliðinum væl

Yrkingarnar hjá Karsteni eru løddar av einum skapandi hugflogi, sum fær sál og náttúru at syngja hvør í aðrari. Hann søkir miðvíst hesa lýrisku kraft og er tilvitandi um, hvussu hann sleppur fram at náttúruni. Sum hjá so mongum øðrum yrkjara er náttúran ein pallur fyri tilveruhugsan. Men hjá fáum sæst so sterkt samanheingi millum list og lívsfatan, mynd og hugsan sum hjá Karsteni Hoydal.

Myndirnar, Karsten skapar av náttúruni, eru á tremur við mótsetningsfyltum endurloysingum. Stríðið millum mótsetningar ber frukt og endar í sangi, men hetta er samtíðis ein agandi sannkenning av tí, sum ikki kann vera øðrvísi og ein hálovan av veruleikasambandinum.