Mítt Etiopia


Forlag: Kirkjuliga Missiónsfelagsins
Útgávuár: 2009
Prísur: 225.00
ISBN: 978-99918-3-294-4
Rithøvundi: Elsa Jacobsen
Evni: Ævisøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 223

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
um bókina
Óli Jacobsen skrivar:

Eg havi stórt sæð altíð kent Elsu Jacobsen. Vit eru bygdarfólk og nærmasta ætt. Tískil minnist eg eisini, tá ið Elsa í 1960 fór til Etiopia sum trúboðari. Hetta var eitt stórt stig at taka, serliga tá í tíðini. Hon er fyrsti føroyingur í nýggjari tíð og annar føroyingur yvirhøvur, sum hevur tikið hetta stig. Eisini er hon fyrsti trúboðari, sum hevur verið sendur út úr Føroyum av einum føroyskum missiónsfelag.
Tað frættist eisini frá Elsu úr Etiopia. Hon skrivaði nógv brøv heim. Eisini frættist javnan frá henni í Kirkjuliga Missiónsblaðnum.
Hetta gjørdist meira ítøkiligt, tá ið hon tók til sín tvíburarnar Jákup og Jóhannes. Tey vóru nógv, sum fylgdu við, hvussu tað gekst teimum, ikki minst í Gøtu. Nú eru teir og teirra eisini partur av bygdasamfelagnum í Gøtu.
Nú eru mong ár síðan Elsa kom heim. Hon hevur javnan greitt frá sínum upplivingum í Etiopia, eisini í útvarpinum, møtum og ymsum samkomum.
Hetta skapti so hugskotið at fáa savnað hennara søgu í høvuðsheitum úr enda í annan.
Tað førdi so í fyrsta umfari til eina røð í Miðvikuni í Sosialinum. Røðin gjørdist drúgvari enn roknað varð við. Elsa visti framvegis so nógv at fortelja afturat, og hetta var alt slíkt, sum mátti koma við.
Úrslitið varð so trettan partar í Miðvikuni við nógvum myndum. Lesarar hildu hetta vera sera áhugavert. Hetta gav aftur hugskotið at geva frásøgnina út í bók, so fólk kunnu eiga hana savnaða. Tað er so tað, sum er gjørt her.

Trúboðan og sjúkrarøkt

Í høvuðsheitum er innihaldið í bókini tilfarið, sum var í Miðvikuni. Men tað er eisini komið rættuliga fitt av tilfari og myndum afturat, og ger hetta bert frásøgnina enn betri.
Myndir lýsa ofta eina frásøgn betur enn nógv orð. Eingi orð kunnu lýsa betri týdningin av missións- og sjúkrarøktarvirkseminum enn báðar myndirnar í bókimi av Robu, sum vísa hana áðrenn og aftaná, at hon kom í samband við missiónsklinikkina.
Dentur hevur í fyrsta lagi verið lagdur á at lýsa missiónsvirksemið, sum Elsa hevur verið við í. Hetta umfatar eisini at hjálpa fólki við teirra verðsliga tørvi sum sjúkrahjálp, skúlaskap av ymiskum slagi og annað. Elsa dylir heldur ikki fyri, at hon metir missión og sjúkrarøkt at vera partur av somu søk. Trúgvin skal vísast í verki!
Í øðrum lagi verður givin ein lýsing av Etiopia, landi og fólki. Her er talan um ein heilt annan heim, enn vit kenna til. Etiopia er einasta land í Afrika, sum ikki hevur verið hjáland. Tí hevur europeiska ávirkanin verið avmarkað. Her eru eisini viðurskifti, sum vit øtast um, men har Elsa metir gleðiboðskapin at vera loysnin. Men eingin ivi er um, at Elsa hevur alsk til fólkið, sum hon hevur virkað millum.

Elsa bakkaði ikki fyri forseta, sum seinni er dømdur fyri fólkamorð

Í triðja lagi verður Etiopia lýst undir tí kommunistiska stýrislagnum 1974-1991. Her hevur Elsa upplivað bæði reisn og fall hjá einum slíkum harðræði. Tað var kanska í sínum uppruna ætlað at hjálpa fólkinum til betur kor, men úrslitið gjørdist tað beint mótsatta. Her verða lýst viðurskifti, sum hava verið so ræðulig, at tað finnast illa orð fyri tí. Fólk vórðu forfylgd bæði vegna teirra kristintrúgv og fyri at vera í skeiva partinum innan ráðandi kommunistaflokkin.
Tað eru nógv dømi í heimssøguni um, hvussu ein politiskt skipan kann gerast til eitt slíkt harðræði. Men her hava vit eina frágreiðing frá einum eygnavitni, sum hevur upplivað hetta. Sum útlendingur var hon sjálv vard. Tí kann Elsa nú greiða frá, hvussu tað gekk hennara vinum og kenningum.
Tilfarið í hesi bók viðvíkir alt umstøðum og persónum, sum Elsa sjálv hevur kent. Fleiri av persónunum, sum eru umrøddir í bókini, hava eisini vitjað í Føroyum.
Elsa dugur jú sera væl at greiða frá, eisini frá tí skemtiliga í annars álvarsomum hendingum.
Tað er gjørt nógv burtur úr myndum. Tær eru um 150.
Alt í alt er hetta ein framúr frásøgn. Elsa hevur lagt dent á, at hon skuldi ikki framhevjast. Tað hevur heldur ikki verið gjørt. Men fyri tað kann sigast, at Elsa hevur verið sera sterk! Hon hevur ikki bakkað fyri nøkrum, sjálvt ikki fyri sjálvum Mengistu Haile Mariam, sum var oddamaður fyri ræðuleikarnar undir hansara stýri. Táið hann kom á vitjan á sjúkrahúsinum, har Elsa arbeiddi, vóru summi, sum vildu taka burtur Bíbliur og kristiligan lesna frá støðum, har hann kom framvið. Men Elsa segði kortanei. Tey skuldu ikki krógva sjálva orsøkina til, at tey vóru her! Tað varð heldur ikki gjørt.
Henda søgan er eisini eitt gott dømi um, at føroyingar gera mun úti í heimi.
Leggjast skal afturat, at hetta eisini er ein partur av søguni hjá Kirkjuliga Missiónsfelagnum. Ein annar partur av somu søgu er tann hjá Doris Heinesen, sum eisini var í Etiopia ein part av tíðini, Elsa var har, og sum eisini er umrødd í bókini.
Hjá mær sjálvum hevur tað verið spennandi og áhugavert at arbeiða við hesi bók. Vænti eisini, at tey sum lesa hana halda tað sama.