Norðlýsi


Forlag: Menturnargrunnur Studentafelagsins
Útgávuár: 2009
Prísur: 280.00
ISBN: 978-99918-43-87-2
Rithøvundi: Jógvan Isaksen
Evni: Krimisøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 290

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
um bókina
somikið kann eg fortelja, at hon gongur fyri seg seinast í novembur og fyrst í desembur. Føroya nýggi løgmaður, ella beinari løgmamma, frá loysingarflokkinum er biðin um at tendra jólatræið á Vaglinum. Í tí hon traðkar inn í lyftuna, sum skal lyfta hana upp, verður hon skotin. Tað er lort veður, útsynningur, og eingin veit nakað. Hannis arbeiðir aftur á Blaðnum, sum nú heldur til niðri í Vágsbotn, og fyri tíðindafólk eru hetta sjálvsagt gyltir dagar. Aftrat drápinum á landsins fremstu kvinnu skal tað stutt eftir vera veðurlagsfundur í Norðurlandahúsinum, undanfundur til ta stóru stevnuna í Keypmannahavn, og her eru væntandi nógv stór altjóða nøvn. Tað fer ein harðligur leikur fram í Havnini nakrar vetrardagar, og onkursvegna kemur spurningurin um Føroyar og tey samkyndu upp í leikin.