Nólsoy 1-2


Forlag: Egið
Útgávuár: 2009
Prísur: 200.00
ISBN: 978-99918-3-280-7
Rithøvundi: Egon Hansen
Evni: Bygda- og lokalsøgur
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 627


um bókina
Tórshavnar kommuna: Hósdagin 12. november 2009 kl 15:00 verða tær báðar bøkurnar Nólsoy søgubrot og fólk 1 og 2 lagdar fram í Posthúskjallaranum hjá Tórshavnar kommunu í Tórsgøtu.

- Hetta er føðingardagsgáva frá Nólsoy til Tórshavnar kommunu, sum í ar fyllir 100, sigur Egon Hansen rithøvundur, sum verður til staðar tá bøkurnar verða lagdar fram.

Egon hevur seinastu árini savnað tilfar til bók um Nólsoy og er komin fram á nógvar áhugaverdar upplýsingar.

Fyrsti maður, ið búsettist á Nólsoynni æt Nól. Av honum fekk oyggin navnið Nólsoy. Søgnin sigur, at Gøtuskeggjar áttu Nólsoynna og høvdu seyð gangandi á henni.

Søgnin sigur eisini, at ein skotsk kongsdóttir hevur búð í Nólsoy. Hon skuldi vera komin við barn við einum aðalsmanni, sum pápin var illa í øgn við. Tey flýddu undan honum og búsettust í Korndali.

Í gomlum døgum varð helvtin av ognarjørðini seld orsakað av lógarbroti móti kirkjulógunum, og tí seldu kirkjumyndugleikarnir ¼ av jørðini, 12 merkur, til aðalsættirnar Benkestok og Rosenkrands við 275 áseyðum og 6 kúm. ¼ av haganum verður tí nevndur Junkarshagin.

Navnframi bátasmiðurin Johan Danielsen í Garði skuldi smíða næstan 1000 bátar í sínum langa lívi. Seinasta bátin, hann hevði eina hond í var, tá hann, farin um tey 90, spann síggið.

Tá ið viðurin til nýggja skúlan í 1836 skuldi førast úr Havn til Nólsoyar, hendi tann syrgiliga vanlukka, at báturin, ið førdi viðin og hevði ein flaka afturúr, gekk burtur í Nólsoyarfirði. 5 menn sjólótust á bátinum.

Tíðliga ein morgun læt eitt stórt fransaskip akkerið falla út fyri Nólsoyarvík. Ránsmenninir settu bátarnar á skipinum út og róðu í land. Flestir teirra fóru í hagan at ræna neyt og seyð. Teir høvdu fingið fatur á øllum neytunum í bygdini og rikið tey oman í fjøruna, har tey vórðu avlívað og førd um borð. Bert ein kúgv var eftiri í oynni.

Egon Hansen er føddur í Nólsoy 10. juli 1947. Hann tók læraraprógv í 1971 og varð settur í starv sum lærari við Føroya Spesialskúla. Í Århus 1976 tók hann prógv sum tali- og hoyrilærari og varð í 1979 settur sum tali- hoyriráðgevi í Sernámsráðgevingini. Hann hevur skrivað søguliga ritið um Nólsoyar kirkju, Kirkjan á Tanganum. Egon Hansen hevur við hesi bók lagt ein stein aftrat tí søguvarða, aðrir skrivandi nólsoyingar, ið undan eru farnir, hava laðað, okkum til vegvísingar.