Bóltspøl millum Klakk og Kjøl KÍ 1904-1954


Forlag: Klaksvíkar Ítróttarfelag
Útgávuár: 2009
Prísur: 280.00
ISBN: 978-99918-823-0-7
Rithøvundi: Árni Dahl
Evni: Fólkalívsfrøði
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 332

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
um bókina
Tíðindaskriv: KÍ – søgan, fyrsta bók, verður løgd fram á samkomu fríggjakvøldið 20. november.

Hóast hetta kappingarárið ikki hevur verið besta mansliðnum hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag til vildar, so hevur nevndin í felagnum hildið fast við, at søga felagsins skuldi skrivast, so sum avrátt varð við Árna Dahl, rithøvund, á sumri í 2008.

Truplu umstøðurnar hava gjørt, at løtur hava verið, har verkevninum lá vátt undir føti, men nú eru allar forðingar beindar av vegnum, og fríggjakvøldið 20. november verður bókin løgd fram.

Hetta fyrsta bindið í søgurøðini um KÍ, snýr seg um fyrstu 50 árini frá 1904 til 1954. Bókin er 330 síður í átta høvuðspørtum:

1. partur: Stovningarár og virkisfýsni (1904-1913)
2. partur: Eitt bakkast, men hingið verður í (1914-1923)
3. partur: Roynt verður at kveikja lív aftur í felagið (1924-1929)
4. partur: Føroyska Bóltspælsambandið og ”Stjørnan”verða stovnað (1930-1932)
5. partur: Yngri kreftir taka við (1933-1941)
6. partur: Fimm FM-heiti (1942-45)
7. partur: Miðal- og dreingjadeildin standa seg væl (1946-1951)
8. partur: Trý gylt ár (1952-1954)

Bókin er skrivað út frá fyrstu gerðabókum felagsins og teirri søgubók, sum John Reid Bjartalíð, sáli, fór at føra felagsins vegna tíðliga í 1940-árunum. Harumframt hevur verið kagað í bløð og bøkur, og høvundurin hevur prátað við fleiri av teimum, sum minnast umstøður og hendingar frá um 1930 og upp til okkara dagar.

Í bókini eru um 170 myndir, m.a. eru allir nevndarlimir felagsins hesi fyrstu fimmti árini avmyndaðir. Aftast eru eisini lýsingar av dyggastu stuðulsleikarunum árini fram móti 50-ára degnum.