Lukas lækni


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2009
Prísur: 168.00
ISBN: 978-99918-71-00-4
Rithøvundi: Janet Taylor Caldwell
Umsett: Hans Thomsen
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 519

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
um bókina
Hetta verkið ber av øllum tí, ið Taylor Caldwell hevur skrivað.

Hon arbeiddi í fjøruti ár við hesi skaldsøguni um læknan og evangelistin Lukas.

Rómaborg hevjar seg í marmara, vit búgva í fátæksliga Nasaret, vit eru í havnabýum fram við
Miðjarðarhavið, í borgum, á skipum og í templum. Saman við Lukasi eru vit til halgisiðir og á ólátaðum veitslum, vit eru til tignarligt viðtal hjá Tiberiusi, og vit lurta eftir Pontius Pilatusi.

Vit gera ferð ígjøgnum barndómin hjá Lukasi. Vit hitta skyldfólk hansara og síggja, hvussu hann verður dýrmettur fyri sín vakurleika og sítt manndómslyndi. Eftir øllum at døma fáa vit eina eftirfarandi mynd av grikska og rómverska heiminum, renna okkum í sigursharrar og trælir, meðan Lukas stríðist fyri at finna fram á innastu loynidómar í læknakynstri og berjist fyri síni trúgv, til hann, tá ið bókin endar, stendur sum fyrimyndin fyri andligari styrki.