Traðkaðu fólkinum slóð 2 havnin 1900-1940


Forlag: Egið
Útgávuár: 2009
Prísur: 80.00
ISBN: 978-99918-3-290-6
Rithøvundi: Finnur Johansen
Evni: Bygda- og lokalsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 207

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
um bókina
Finnur Johansen hevur júst givið út bókina Traðkaðu fólkinum slóð 2, ið er framhald av fyrru bókini, ið kom út í 2006.

Á framsýningini síggjast um helvtin av teim 155 myndunum, sum eru við í nýggju bókini.

- Myndirnar eru allar frá Føroya Fornminnissavni, og sum eg eftir avtalu eri sloppin at brúka. Tær eru tíðarfestar so neyvt, sum tað hevur borið til, og tekstur, sum sigur frá tí, ið sæst á myndini og onkrar søgur, sum knýttar eru at staðnum og grannalagnum, er settur til, sigur Finnur Johansen.

Í 1866 gjørdist Tórshavn sjálvstøðug kommuna við valdum umboðum, og í 1909 gjørdist Tórshavn keypstaður. Um aldamótið 1900 var menningin av samfelagnum hundrað ár eftir grannatjóðirnar. Her vóru eingir vegir, ongar havnir, eingin telefon, einki elektrisitet og at kalla einki innanoyggja ferðasamband.

Í 1880-árunum og seinni vórðu nakrar útstykkingar gjørdar eystan fyri Tinghúsvegin og úti í Bø. Í 1894 varð Kommunuskúlin bygdur og í 1896 Meinigheitshúsið. Annars varð einki bygt oman fyri Vaglið í 1900.

Í 1898 fekk Havnin fyrsta vatnverkið, og um 1900 varð farið undir at gera vegir og útstykkja økið av Vaglinum og niðaneftir.

Havnin fekk sítt fyrsta elektrisitetsverk í 1921, og í 1929 varð fyrsta byggistig av Tórshavnar Havn, Eystara Bryggja, liðugt, og menningin fór nú at ganga við rúkandi ferð.

Myndirnar á framsýningini, og bókini annars, vísa Havnina fyrrapartin av seinastu øld. Bókin Traðkaðu fólkinum slóð 2, fæst í bókabúðnum og á framsýningini fyri 270 kr eintakið.