Greinasavn um sameindu tjóðir og mannarættindi


Forlag: Amnesty Internanational Føroya deild
Útgávuár: 2009
Prísur: 100.00
ISBN: 978-99918-65-28-7
Rithøvundi: Ymsir
Evni: Søga og samfelag
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 158

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
um bókina
Hvørjir altjóða sáttmálar eru galdandi í Føroyum og hvønn týdning hava teir fyri føroyingar? Hvat stendur í slíkum sáttmálum og hvussu kunnu teir brúkast? Hetta og annað fæst svar uppá í nýggjari útgávu.

Bókin Greinasavn um Sameindu Tjóðir og Mannarættindi, ritstjórnað av Amnesty International Føroya deild, er útkomin á forlagnum Fróðskapi.

Bókin viðger mannarættindi úr mentanarligum, sosialum, búskaparligum, politiskum og løgfrøðiligum sjónarhornum. Bókin er tann fyrsta av sínum slagi á føroyskum, og kann hon tí verða eitt týdningarmikið íkast til føroyska kjakið um mannarættindi framyvir. Greinirnar eru skrivaðar av føroyskum serfrøðingum, ið hava fakligar og praktiskar royndir í altjóða mannarættindaspurningum. Heldur enn at týða útlendska bókaútgávu, hevur Amnesty International Føroya deild valt at skapa eitt sjálvstøðugt verk, ið hóskar til føroyskar lesarar og føroysk samfelagsviðurskifti anno 2009.

Átta partar eru í bókini, og teir taka lesaran á ferð ígjøgnum ST-stovnin og útvaldar mannarættindasáttmálar.

Bókin er serliga ætlað teimum, ið eru á hægsta stigi í miðnámsskúlum og á byrjanarstigi á hægri lærustovnum. Eisini er bókin væl hóskandi sum støðislesnaður hjá miðlafólki og starvsfólki í umsitingini, ið starvast við mannarættindum.

Greinasavnið er harumframt kærkomið hjá øllum, ið vilja ogna sær størri og neyvari innlit um altjóða mannarættindaviðurskifti