Samskifti við stjórnmálamenn 1964


Forlag: Stiðin
Útgávuár: 2009
Prísur: 200.00
ISBN: 978-99918-42-50-9
Rithøvundi: Zacharias Wang
Evni: Søga og samfelag
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 125

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
um bókina
Boðað var til móttøku í gamla og hugnaliga bókhandlinum í Havn í morgun.

Undir fornu bitunum í stovuni og umgirdur av virðismiklum málningum og innbúgvi, sum vit minnast tað hjá ommum og abbum, fyri hálvari øld síðani, gekk Zakarias Wang og titaði. Fáur hevur dugnað føroyskari mentan meira enn hann, og nú var hann búgvin til at leggja fram tríggjar bøkur fyri áhugaðar føroyskar lesarar.

Ein føroysk lærubók í latíni, onnur útgávan av Norðlandslúðrinum hjá Petter Dass, sum mentanarkempan Axel Tórgarð týddi, og til seinast kom nýbrotið: ”Samskifti við stjórnmálamenn 1964.” Zakarias Wang var uppi í teimum fyrstu, yvirhøvur, sum lósu stjórnmálafrøði við lærda háskúlan í Áarósa. Mangar eru søgurnar um hesa tíðina, og tær flestu havi eg hoyrt í míni tíð sum fólkatingsmaður (2001-2004), frá kenda danska politikaranum Svend Auken, sála, sum eisini læs stjórnmálafrøði í Áarósa um hetta mundið.

Zakarias valdi at skriva serritgerð um føroyskan politikk. Serliga um viðurskiftini millum landsstýri og løgting eftir stríðsárini, ella eftir at Heimastýrisskipanin varð sett í gildið fyri Føroyar. Viðurskiftini fyri hesa lóg verða eisini viðgjørd, eitt nú fæst nakað væl at vita um legendarisku fólkaatkvøðuna 14. september 1946. Vegleiðari hansara, Erik Rasmussen, professari, heitti á hann, um at gera samrøður við sentralar føroyskar politikarar í hesum tíðarskeiði. Umframt tað sum fanst í bløðunum um hetta evnið, kundi hesin samrøðuparturin styrkja spesialið hansara. Úrslitið av hesum átaki er nú givið út í bók, sum hann rópar: ”Samskifti við stjórnmálamenn 1964.”

Tíverri eydnaðist tað ikki Hans Jacob Debes at gera ætlaða stóra søguverkið um Føroyar liðugt, áðrenn hann andaðist. Trupult er tí hjá føroyskum ungdómum, at finna rætta samanhangin í søgu okkara, frá stríðsárunum fram til okkara dagar. Sporadiskt koma tó stór klípir undan kavi, og eitt av teimum er hendan mikið áhugaverda bókin, sum Zakarias legði fram fyri løtu síðani. Umframt at standa uppi av sær sjálvari, verður hon heilt víst ein avgerðandi kelda hjá teimum, sum fara at taka uppá seg, at gera arbeiðið hjá Hans Jacob Debes, professara, liðugt.

Hevði ikki hoyrt um hetta tilfarið áður, tí leiddi forvitnið meg í gamla bókhandilin á Vaglinum í morgun. Zakarias var sum altíð áhugaverdur, táið hann greiddi frá prosessini fram til útgávuna av hesi bók, sum styrkir um søguliga undirstøðukervið hjá øllum, sum vilja vita nakað um, hvussu Føroyar eru samanskrúvaðar politiskt og søguliga. Maðurin hevur eitt óvanliga gott minnið, og anekdoturnar rapla úr honum sum eftir einum perlusnóri. Hann eldist heldur ikki, ella rættari, hann eldist óvanliga væl, og tí var tað sum at koma aftur í ein tíma í fornaldarfrøði fyrst í sjeytiárunum í Hoydølum, táið hann í ein heilan tíma greiddi frá um viðurskiftini, sum lesarin fær eitthvørt at vita um í nýútgivnu bók hansara.

Í bókini eru samrøður við Kristian Djurhuus, Jens Dam, blaðstjóra á Føroyatíðindum, Trúgva Samuelsen, Jóhan Petur Davidsen, Petur Mohr Dam, J. H. Danbjørg, Rikard Long, Knút Wang, Marius Johannesen, Kjartan Mohr, Johan Djurhuus, Edward Mitens, Jákup í Jákupsstovu og Erlend Patursson. Teir hava allir eftirlisið tekstirnar, harvið er tað teirra egna rættaða støða til politisk mál, sum verður endurgivin í bókini. Tað ger hana serliga áhugaverda, tí hóast teir hvør í sínum lagi helst høvdu eina subjektiva hugsan um mong mál, so er farið so mikið víða í politiska spektrinum, at ein skilagóður lesari fær møguleikan fyri at gera sær sína egnu niðurstøðu burturúr úr tí sum sagt og skrivað verður.

Í hesum døgum sita flestu flokkar og royna at íta av eftir nýggju valskipanini, serliga hvussu stillast skal upp til løgtingsval í einum valdømi. Hetta er ikki bara sum at siga tað, tí teir gomlu flokkarnir í Føroyum vóru í stóran mun ein samanrenning av valfeløgunum úti í teimum gomlu valdømunum, ið vóru suveren, táið tað galt uppstilling til val. Okkara gamli formaður, Erlendur Patursson, sáli, er ógvuliga greiður, táið hann viðgerð hesi viðurskifti í samrøðu við Zakarias. Hann sigur: ”Hann (Tjóðveldisflokkurin, -tj.) er bygdur upp av lokalum feløgum í valdømunum. Í Suðuroynni er eitt (á Tvøroyri), í Sandoynni tvey (í Skopun, Heima á Sandi), í Vágum eitt, Í Norðurstreymoy eitt (í Kollafirði), Í Suðurstreymoy eitt (í Havn), í Eysturoynni tvey (á Skálafirði, í Fuglafirði, og í Norðuroyggjum eitt (í Klaksvík). Hvørt ár verður floksting hildið. Hagar senda feløgini valdar umboðsmenn, ið saman við løgtingsmonnnum velja eina fimm manna aðalstjórn, ið hevur ta organisatorisku leiðsluna av flokkinum í kontakt við løgtingsmenn floksins. Henda aðalstjórn hevur tó ikki tikið sær stórvegis politiska kempetensu, men er meira eitt administrerandi organ.” Nú feløgini hanga meira í leysum lofti enn gott er, valdømini eru skriðin undan valfeløgunum, boðar omanfyrinevnda greining frá, hvussu trupult hetta skiftið í veruleikanum er. Verður hildið fast um nýggju skipanina, mega flokkarnir harvið smíða sær eitt nýtt infrakervi, ið ber teimum á sama hátt, sum gomlu valfeløgini gjørdu tað frammanundan. Tók hetta fram, nú hesin problematikkurin er so aktuellur í løtuni.

Fari til endans at mæla øllum til at ogna sær hesa spennandi bók, sum ivaleyst kann fylla upp í mangar tómar lummar í søguligu og politisku vitskuni, hjá øllum teimum, ið hava áhuga fyri, hvussu samfelagið tey liva og virka í, er samanskrúvað.

Føroyingar eru serstakliga hepnir, at vit eiga menn sum Zakarias Wang, ið øll hesi árini hevur lagt eitt klípi fyri og annað eftir í føroyska bókavarðan. Ikki av lættisoppum, men dygdarlesnaði, sum lyftir lesaran og móttakaran longri upp í sivilisatiónssferuna.

Tillukku við útgávunum ídag Zakarias.

tórbjørn