Bannað veri tíðaráin


Forlag: Nýlendi
Útgávuár: 2009
Prísur: 200.00
ISBN: 978-99918-40-44-4
Rithøvundi: Per Petterson
Umsett: Jákup í Skemmuni
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 248


um bókina
Fyri "Bannað veri tíðaráin", hevur Per Petterson higartil bæði fingið norska Kritikerprisen, norska Brageprisen og 28. oktober fekk hann í Stokkhólmi handaða Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri skaldsøguna Bannað veri tíðaráin. Bókin kom út á norskum í fjør og er fyribils seld til útgávu í 17 londum. Bara í Noregi er hon higartil seld í 100.000 eintøkum.

Fyrra bókin, Út at stjala ross, sum m.a er lisin upp í Útvarpi Føroya, er prentað í meir enn 1 millión eintøkum og týdd til 46 tungumál.

Petterson gevur einki einfalt svar, onga uppskrift uppá, hvussu tú skalt liva lívið, hvussu tú skalt røkka hinum partinum. Málið í Bannað veri tíðaráin (á norskum "Jeg forbanner tidens elv") er nakið og bart út - einki uttanumtos ella snildisliga orðað gabb - hann skapar týðiligar og livandi myndir. Fyrra skaldsøga hansara, Út stjala ross, sum hevur vunnið bókmentavirðislønir um allan heim, og er seld í stórum tali, higartil týdd til 46 tungumál, var skrivað eftir sama leisti. Har segði høvuðspersónurin okkurt sovorðið sum "Tú ræður sjálvur fyri, nær tú skalt fáa ilt". Eisini har snúði bókin seg um viðurskiftini við næstingar okkara, við tey, sum hava størstan týdning fyri okkum, við tey, sum volda okkum størstu gleði - og meinasta trega. Um, hvussu torført tað kann vera at samskifta. Heitið á bókini hevur rithøvundurin lænt úr einari yrking hjá Mao, sum varð nógv lisin hesi árini: Broysknar myndir frá fráferðini og landsbygdini tá/Bannað veri tíðaráin: nú eru tríati og tvey ár síðan...

Eitt og hvørt menniskjalív ber søgu í sær. Tær støður, vit taka, og tær, sum vit ikki taka, gerast søgan um okkum. Kanska varnast vit ikki umgreiningarnar av hesari søguni á lívsleiðini, hvussu hon breiðir seg aftur eftir í okkara egnu ætt, hvørjar avleiðingar tað hevur fingið, at fedrar ella møður okkara eisini hava tikið avgerðir við stórum avleiðingum.

At vísa seg smáar rørslur í stutta lívi okkara, sum tá ið samanum kemur fáa heilt óvæntaðan týdning. Venda vit okkum við, hóma vit sovorðið sum eitt skuggaspæl í okkara egnu fortíð. Í glottum skríma vit tað lagnutunga, sum liggur í støðum, sum vit ikki fáa yvirlit yvir fyrr enn væl seinni. Men tá er ov seint, og vit noyðast sum frægast at liva lív okkara at enda.

Sovorðnar avgerandi støður leitar høvuðspersónurin hjá Peri Petterson aftur á í hesari fleirfalt virðisløntu skaldsøguni. Árið er 1989, heimurin rumsast við, múrurin millum eystur og vestur fellur; nakrar rembingarmiklar dagar hetta heystið eru vit saman við alter ego Pettersonar, Arvid Jansen, 37 ára gamal. Hann skal skiljast og er staddur í einari tilveruligari kreppu. Mamma hansara, sum er fødd í Danmark, hevur fingið staðfest krabbamein og ger við sjógv á baki brádliga ferð til Danmarkar við gomlu ferjuni Holger Danske. Hon hevur okkurt ógjørt har.

Tveir dagar seinni fer Arvid aftan á hana og í summarhúsið, haðan hann hevur so mong góð minni frá dreingjaárunum. Kanska var avgerðin um at gevast við lestrinum, og í staðin gerast arbeiðsmaður og vísa arbeiðarunum samhuga samsvarandi floksins stevnumiðum, ikki so skilagóð kortini? Tað helt mamman, ið hvussu er, um tað mundið, tá ið hann segði tað fyri henni, og tað heldur hon framvegis.

So taka 70-árini við: Arvid er verksmiðjuarbeiðari. Hann hevur proletarisað seg og í eygum móðurinnar latið høvið til eitt annað lív enn tað, hon sjálv hevur havt, gleppa sær av hondum. Ein morgunin sær hann ta ungu gentuna í bláum frakka á einari jarnbreytarstøð. Tey hittast, og tey koma saman; tað eru bara tú og eg, siga tey hvørt við annað, bara tú og eg. Og so gongur tíðin.

Per Petterson lýsir bersøgin viðurskifti millum menniskju á ein falsleysan hátt. Arvid verður sum ein óviti, ið roynir at fáa samband við mammu sína, hon vísir honum frá sær, ferð eftir ferð. Lesarin kann bara ímynda sær, hvør orsøkin er. Hugsanir Arvids um fortíð og uppvøkstur sín saman við trimum brøðrum og einum fjarstøddum pápa geva bara eina veika mynd.

Rithøvundurin kennir 60- og 70-árini til fulnar, men hetta er eingin uppvakstrarskaldsøga. Upplivingar Arvids og tankar í nútíð leita lættliga aftur til fortíð, til byrjanina á einum ástarsambandi, til minni frá summarhúsinum við donsku strondina. Og hesi umskiftini eru ógvuliga natúrlig og leggja eftir seg myndina av einum sinni í partvísum ruðuleika, av einum høvuðspersóni, sum roynir at krøkja seg í veruleikan her og nú, men verður ørkymlaður av gomlum upplivingum.