Í opnu hurðini


Forlag: Mentanargrunnur Studentafelagsins
Útgávuár: 2009
Prísur: 130.00
Rithøvundi: Sólrún Michelsen
Evni: Yrkingasøvn
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 75

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
um bókina
Í tíðindabrævi frá Mentunargrunni Studentafelagsins verður sagt, at Sólrún Michelsen hevur í skjótt mong ár gjørt vart við seg sum høvundur av barnabókum og av tí fínu "Tema við slankum", sum nú eisini er ávegis á donskum.

"í opnu hurðini" er hennara fyrsta yrkingasavn og merkt av sama nærlagni og gløggskygni, sum tær undanfarnu bøkurnar.

Inngangsyrkingin er ein klassisk sonett við tilsipingum til eldri føroyskan skaldskap, har høvundurin sigur, at hóast reynið rodnar, so vil hon heldur líta í ein eystan, har alt byrjar.

Savnið er fylt við vøkrum yrkingum, sum um somu tíð nerta við tann álvarsliga partin av tilveruni, men eisini við alt tað, sum fyllir ein við gleði.

Føroyskur skaldskapur hevur fingið ein nýggjan fullbornan lyrikara!