Janus er ein stjørna


Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags
Útgávuár: 2009
Prísur: 150.00
ISBN: 978-999181699-9
Rithøvundi: Edward Fuglø
Evni: Smábarna- myndabøkur
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 32


Um bókina
Áðrenn eg veit av, eri eg á veg oman brekkuna við fullari ferð.

Einsamallur.

Kavin fýkur um oyruni, og tað kitlar í búkinum. Tað er næstan sum at flúgva, men eg haldi mær fast.

Alt verður kvirt.

Soleiðis byrjar ferðin hjá Janusi upp millum stjørnurnar. Ein valkyrja á hestbaki tekur hann við sær upp í luftina eitt stjørnuklárt vetrarkvøld. Har hittir Janus Ursus hvítubjørn, ið hevur brúk fyri einum óræddum hjálpara á eini vandamiklari ferð, sum Janus fyrst at enda skilir til fulnar.