Myndir í myndum


Forlag: Listasavn Føroya
Útgávuár: 2009
Prísur: 115.00
ISBN: 978-99918-69-00-1
Rithøvundi: Ingeborg Bugge
Evni: List og listagreinir
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 48

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Bókin eitur Myndir í myndum og er tann fyrsta í eini røð, sum er ætlað børnum og ungum fyri at kveikja áhuga teirra fyri myndlistini. Henda fyrsta bókin leggur dent á, at børn kunnu hugna sær við at hyggja at myndum og tosa um tær saman við vinum ella vaksnum. Listasavn Føroya eigur ella hevur allar 18 myndirnar í bókini í varðveitslu. Myndirnar eru býttar sundur í 9 ymisk evni, og til hvørja mynd eru nakrir spurningar settir, sum børnini kunnu hugsa um. Kanska spurningarnir fáa børnini at kanna myndina nærri og at undrast, ella kanska spurningarnir fáa tey at seta nýggjar spurningar heldur enn at svara ? og tað er júst tað, sum ætlanin er við bókini.