Steffan Danielsen


Forlag: Bókagarður
Útgávuár: 2009
Prísur: 184.00
ISBN: 99918-56-40-4
Rithøvundi: Kinna Poulsen
Evni: List og listagreinir
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 303

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um Bókina
Steffan Danielsen er í orðsins rætta týdningi ein føroyskur málari og tað við øllum teim styrkjum og veikleikum, sum hetta hevur við sær. Eitt er, at myndir Nólsoyarmálarans raka tað serliga gráa í føroyska landslagnum og veðurlagnum so neyvt og ektað sum eingin annar megnar at lýsa tað. Men harumframt tykast myndir Steffan Danielsens merktar av eini ótilgjørdari eyðmýkt, sum er so egin og at síggja til upprunalig, at hon sýnist púra fyriuttan ta siðmentan, sum í øldir er dyrkað í akademium. Hesar myndir prógva, hvussu ósteðgandi og ótamd tann ráa skapanarmegin í roynd og veru er.