Vilst vit


Forlag: Rísandi Sól
Útgávuár: 2009
Prísur: 270.00
ISBN: 978-99918-3-278-4
Rithøvundi: Olav Hammer
Evni: Heimsspeki
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 192


Um bókina
Vit hava drúgvari útbúgving enn nakað ættarlið undan okkum. Hóast tað trívast pátrúgv, pseudovísind, fordómar og rasisma. Er tað tí at nøkrum fólkum vantar kunnleika ella eru meira irrationell enn onnur? Einki bendir á at so er.

Vilst vit vísir við nógvum dømum, bæði úr søgu og nútíð, at okkara egna medvit dregur okkum inn í eina fløkju av illusjónum. Tað er stór gjógv millum veruleikan, og okkara hugmynd av, hvussu tilveran hongur saman. Vit misskilja støðugt persónsmenskuna hjá øðrum. Og tað ið er enn løgnari, vit skilja ikki okkum sjálvi.

Øll kunnu villast í andaligum klingrugøtu. Okkara politikarar gera tað, teir sum taka avgerðirnar og medarbeiðarar. Tað gera øll, sum hava fyri neyðini at taka støðu til, hvussu arbeiði skal gerast ella lívið livast. Tað gera øll, sum royna at finna leið millum sjónarmið og uppáhald í einum torgreiddum heimi. Og, sjálvt um tað kann vera svárt at viðganga, so gera tú og eg tað eisini.

Men tað er óneyðugt at vera offur fyri okkara vilsta viti. Henda bók veitir tær mótevnið: sjálvsinnilit.

Olav Hammer er professari í religiónssøgu við universtietið í Odense, Danmark.