Regin og barbidukkurnar


Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags
Útgávuár: 2008
Prísur: 120.00
ISBN: 978-99918-1-594-7
Rithøvundi: Pija Lindenbaum
Umsett: Marna Jacobsen
Evni: Smábarna- myndabøkur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 32

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Regin dugir væl at spæla fótbólt, og pápi Regin vil helst hava, at Regin spælir fótbólt.

Men viðhvørt vil Regin heldur spæla dukkur við gentunum í barnagarðinum ella sleppa at lata seg í fínar kjólar og dansa.

Hetta er ein góð og viðkomandi søga um, at ansa eftir ikki altíð at taka alt sum givið, og at tað kann vera trupult hjá einum drongi at sleppa at spæla dukkur við gentunum. Men spakuliga verður Regin gótðtikin sum líkaverdur spælibróðir.

Hinir dreingirnir skilja einki í fyrstani, men so finna teir útav, hvussu stuttligt tað er at dansa.

Rithøvundurin Pija Lindenbaum hevur skrivað og myndprýtt fleiri góðar bøkur um børn. Á føroyskum eiga vit eisini: Tá ið mamma Áka varð í ørviti, sum kom út í 2006.