Skrivibókin


Forlag: Forlagið Nýlendi
Útgávuár: 2008
Prísur: 40.00
ISBN: 987-99918-40-42-0
Rithøvundi: Lasse Ekholm
Umsett: Jákup í Skemmuni
Evni: Ungdómsbøkur
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 126


Um bókina
SKRIVIBÓKIN er býtt upp í 16 kapitlar: - Nøkur góð ráð - At lýsa søgufólk - At lýsa støð - At lýsa hendingar - At lýsa mót og vegamót - At skriva samrøðu - At skapa myndir við orðum - At finna rætta orðið - At snikka ein tekst til - Hvat skal eg skriva um? - Nøkur skrivispøl - Orðaputl - At skapa langar søgur - Nú ella tá? - Hon ella eg? - At kveikja lesarans forvitni - Snávingarsteinar.

SKRIVIBÓKIN er ikki endaliga svarið, sum onkur leitar eftir, men er meira ætlað sum ein spennandi handbók og leiðvísari til teirra, sum ganga og spæla sær við tankan um at skriva søgur. Her lærir tú teg, hvussu tú skrivar soleiðis, at tú kveikir áhugan hjá lesaranum og heldur hann hugfangaðan frá byrjan til enda. Tú lærir, hvussu tú skalt lýsa fólk, støð og upplivingar soleiðis, at lesarin sær alt samalt fyri sær.
Øll hava okkurt at siga frá. Kynstrið er at gera tað soleiðis, at onnur lurta eftir tær ella lesa tekstin hjá tær við áhuga. Í hesari bókini eru stuttligar og hentar skrivivenjingar, og víst verður á, hvussu tú fet fyri fet kanst byggja eina søgu upp og skapa eina forvitnisliga frásøgn, sum loypur brell á lesaran.
Ikki minst í okkara tíð er tað umráðandi at duga at málbera seg, bæði í talu og í skrift. Bæði í Svøríki og Noregi er tað síðan í sjeytiárunum vorðið siðvenja, at rithøvundar saman við lærarum og næmingum skipa fyri stuttum skeiðum um skriving. Rithøvundurin Lasse Ekholm vísir serliga á snildir og brøgd, sum ein góður høvundur eigur at duga. Høvuðsinnihaldið í SKRIVIBÓKINI er vorðið til á sovorðnum skeiðum, sum svenski rithøvundurin Lasse Ekholm saman við lærarum hevur hildið fyri næmingar úr øllum Svøríki. Í bókini vísir Lasse Ekholm m.a. dømi um, hvussu tú finnur tey áhugaverdastu evnini til frásagnir tínar, og hvussu tú skrivar soleiðis, at tú nemur við lesaran og skapar innansjónir.
Og minst til: Øll eiga eina góða søgu - og tínar bestu søgur hevur tú innan í tær sjálvum ella sjálvari!