Christian Matras brevveksling med William Heinesen og Karsten Hoydal


Forlag: Fróðskapur
Útgávuár: 2002
Prísur: 340.00
ISBN: 978-99918-65-26-3
Rithøvundi: Anne-Kari Skarðhamar
Evni: Bókmentafrøði
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 507


Um bókina
Í nýggjari útgávu er einastandandi møguleiki at fáa innlit í m.a. føroyskt bókmentaligt virksemi í tíðarskeiðnum frá umleið 1920unum til seinast í 1950unum. Forkunnugt brævaskifti millum tríggjar rithøvundar er avskrivað orð fyri orð, kryddað við viðmerkingum og frágreiðingum til ymiskar tilsipingar og persónar.
Fróðskapur hevur givið út bók við heitinum Christian Matras’ brevveksling med William Heinesen og Karsten Hoydal. Tað er Anne-Kari Skarðhamar, sum skrivaði Ph.D.ritgerð um partar av ritverkinum hjá Christiani Matras, sum hevur fingið skrivað brøvini av, viðmerkt og annars lagt útgávuna til rættis.

Talan er um avskrift av brævaskifti, sum hesir tríggir rithøvundarnir høvdu í tíðarskeiðnum frá endanum á fyrra heimsbardaga til nakað eftir seinna heimsbardaga. Í brøvunum verða føroyskar bókmentir viðmerktar og viðgjørdar. Partar av brøvunum lýsa arbeiðið hjá rithøvundunum sjálvum at geva út bókmentaligt tilfar, teirra kjak og metingar av tekstum hjá teimum sjálvum og øðrum og annars kjak um mentan, politikk og heimligar bókmentir sæð í ljósinum av norðurlendskum og evropeiskum bókmentum.

Brøvini í bókini snúgva seg fyrst og fremst um bókmentakjak, men tað eru eisini brot við meira privatum dámi, t.d. boð um familjuna, føðingar, andlát, heilsanir til konur og børn, hjartasuff um ov nógv at gera o.s.fr. Kortini eru brøvini meiri persónlig í perspektivi og stíli, heldur enn privat, og tað er tí eingin orsøk hjá lesarum at kenna seg at sneyta við at lesa brøv hjá øðrum.

Brævaskrivararnir tóku sjálvir hond um størstapartin av sínum samskifti. Christian Matras ynskti at hansara savn av brøvum v.m., har ímillum samskifti við William Heinesen, Karsten Hoydal og fleiri aðrar rithøvundar, skuldi latast Fróðskaparsetrinum í varðveitslu. Brøv frá Christiani Matras til Karsten Hoydal vóru varðveitt privat í mong ár og eru síðani latin Landsbókasavninum í varðveitslu. William Heinesen lat sjálvur brøv, m.a. frá Christiani Matras, til Bókasavnsgoymslu í Keypmannahavn. Brøvini eru givin út við loyvi frá familjuni hjá brævaskrivarunum.

Anne-Kari Skarðhamar er dr.art., og fyrstiammanuensis við Høgskolen i Oslo, Avdeling for lærerutdanning og internasjonale studier. Hon hevur áður givið út Poetikk og livstolkning i Christian Matras’ lyrikk (2002), Fyrvokteren ved verdens ende og hans laterna magica (2005), Periferi og sentrum. Tolv artikler om færøysk litteratur (2006) og hevur ritstjórnað tilfar hjá Christian Matras Yrkingar. Heildarsavn við yrkingum og týðingum (2004).

Bókin Christian Matras’ brevveksling med William Heinesen og Karsten Hoydal er 507 s., hevur bleyta permu og kostar 340 kr. Hon fæst til keyps í bókabúðunum.