Dreymar búgva allastaðni


Forlag: Bókadeild føroya lærarafelag
Útgávuár: 2008
Prísur: 80.00
ISBN: 978-99918-1-655-5
Rithøvundi: Carolin Philipps
Umsett: Lydia Didriksen
Evni: Ungdómsbøkur
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 152


Um bókina
Hon snýr seg um Sandalu, sum er fimtan og býr í kloakkskipanini undir jørð í Bukarest. Hon biddar á tokstøðini um dagin og leitar alla tíðina eftir onkrum at sniffa fyri at sleppa burtur úr líðing og longsli sínum. Sosialstøðin er einasta tilhaldsstað hennara - familja hennara.

Eitt kvøldið kennir hon dreingin aftur, sum hon hevur stolið ryggsekkin frá á jarnbreytarstøðini. Hann er nýtt starvsfólk á stovninum, men slatrar ikki um stuldurin, og tað ger hana fúkandi óða. Heldur hasin ríki drongurin úr Týsklandi, at henni tørvar hansara samkenslu?