Kári Svensson list


Forlag: Listasavn Føroya
Útgávuár: 2008
Prísur: 250.00
ISBN: 978-99918-987-9-7
Rithøvundi: Dagmar Warming
Evni: List og listagreinir
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 122

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Listamaðurin Kári Svensson hevur framsýning í Listaskálanum í Gundadali fríggjadagin 6. februar 2009 kl. 17.00 í sambandi við, at Listasavn Føroya gevur út bók um hann. Savnsleiðarin á Ribe Kunstmuseum, Dagmar Warming, cand.mag. MA, hevur skrivað bókina, sum telur 120 blaðsíður við teksti á føroyskum, enskum og donskum og við eini 70 myndum. Bókin kostar kr. 250, men hon fæst útgávudagin fyri kr. 200.
Um listamannin, sum er føddur í Havn í 1954, verður m.a. sagt í bókini: “Trupult er at fáa eitt neyðugt yvirlit, tá ið tú fæst við ein so virknan nútíðarlistamann sum Kára Svensson. Eitt yvirlit í bókstavligum týdningi, har verk hansara síggjast burturfrá við óheftum eygum og perspektiverandi sinni. /.../ Listaverkini kunnu væl saktans lýsast í rættari tíðarrøð, um funnið verður fram til punktið, har ið Kári byrjar og síðan mennir seg til tann listamann, hann nú er. Men ein onnur menning ger eisini vart við seg; hon er ikki reglurøtt, men klingrut. Hon snýr seg um, at árstíðirnar fara í ring, og tað sæst týðiliga aftur í listaliga myndframburðinum – serliga tí í viðvíkur litfjølini. Og nú hevur tú brádliga fingið fatur í okkurt týdningarmikið í myndaheimi Kára Svenssonar. Tú gerst eisini varugur við, at hansara list snýr seg ikki bara um náttúruíblástur, men ofta um eina stilla tilverudimensjón. Haraftrat kemur gleðin í tí at mála