Tey bíða


Forlag: Heimamissiónsforlagið
Útgávuár: 2008
Prísur: 75.00
ISBN: 978-99918-48-70-9
Rithøvundi: Asbjørn Aavik
Umsett: Øssur Kjølbro
Evni: Andaligar bókmentir
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 48


Um bókina
Í øllum førum hevur hon havt stóran týdning fyri fleiri túsund kristin fólk í mongum londum, síðani kendi norski Kina-trúboðarin Asbjørn Aavik (1902-1997) skrivaði hana í 1940.
Bókin snýr seg um missiónssinni, um at hava neyð fyri teimum, sum enn ikki hava hoyrt gleðiboðskapin um Jesus Kristus.
Ikki er hon drúgv, men við sínum sermerkta skrivistíli fær rithøvundurin sagt sera nógv við fáum orðum. Eingin óneyðugur orðafloymur, men heldur stuttir, greiðir og beinraknir setningar, ríkliga lýstir við egnum mangan dramatiskum upplivingum.
Hóast skrivað í eini aðrari tíð og øðrvísi mentan, er bókin enn sera viðkomandi og hevur ein neyðugan boðskap til okkum kristnu nú á døgum. Ein boðskap um tey, sum enn bíða eftir okkum og tí boðskapi, vit fingu at bera víðari...
Øssur Kjølbro hevur týtt bókina.